Næstmesta vindorkan í Danmark í 2020

Írland verður í 2020 tað landið í Evropa, ið fer at fáa meginpartin av orkutørvi sínum frá vindorku.

Írland verður í 2020 tað ES-landið, ið fer at fáa meginpartin av orkutørvi sínum frá vindorku. Danmark fer at liggja á øðrumplássi.

Tað kemur fram í eini frágreiðing, sum evropeiski vindorkufelagsskapurin EWEA hevur almannakunngjørt við støði í virkisætlanunum hjá einstøku ES-londunum innan varandi orku, skrivar Ritzau-tíðindastovan.

Írland 36,4 pst.

Sambært frágreiðingini fer Danmark í 2020 at fáa 31 pst. av orkutørvi sínum frá vindorku, um virkisætlanin hjá landinum verður framd. Írland á fyrstaplássi fer at fáa 36,4 pst. av samlaða orkutørvinum frá vindi.

Samanlagt fara tey 27 ES-limalondini í 2020 væl og virðiliga at røkka málinum at fáa 20 pst. av samlaðu orkunýtsluni umvegis varandi orku. Ein fremjing av aktuellu virkisætlanunum hjá londunum svarar til 20,7 pst., stendur í frágreiðingini hjá EWEA.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking