Fyrrapartin vóru leiðandi starvsfólk á Nærverkinum við Mary í Garði, stjóra, á odda á SEV eftir tveimum elbilum, sum stovnurin skal royndarkoyra í ein mánaða í samstarvi við elfelagið.
Fleiri aðrir almennir og privatir stovnar hava frammanundan royndarkoyrt bilarnar sum lið í fyrireikingunum hjá SEV at brynja seg til eina framtíðar elbilainnrás í Føroyum.
El-mobility
Royndarkoyringin er eisini partur av elbilasamstarvinum í útnorði undir heitinum El-mobility.
Hetta samstarvið, ið byrjaði í fjør, endar í februar næsta ár við eini felags frágreiðing um, hvussu dagsins elbilar roynast undir okkara umstøðum og hvussu teir møguliga kunnu mennast til upp aftur betur at kunna gerast ein nátúrligur partur av gerandisdegnum á okkara breiddarstigum.
Umboð fyri elbilabólkin hjá SEV og Nærverkið saman við elbilunum.
Somuleiðis skal greiða fáast á, hvørjar møguligar útbyggingar skulu fremjast av undirstøðukervinum m.a. í sambandi við løðing av bilunum.
Nærverkið hevur sum er 68 bensinriknar bilar tøkar til sítt dagliga virksemi. Meðan ein vanligur bilur brúkar umleið eina krónu í bensini fyri hvønn koyrdan kilometur, brúkar ein elbilur bert 30-34 oyru fyri kilometurin. Við dagsins elprísum kostar ein løðing millum 25 og 30 krónur.
SEV hevur útvegað sær ein løðistandara til sínar tríggjar elbilar. Men tað ber eisini saktans til at løða bilin umvegis stikkkontaktina heima við hús.
Brúkast í heimatænastuni
Mary í Garði sigur, at tey fyrst og fremst ætla at brúka teir báðar elbilarnar - Mitsubishi Imiev og Peugeot Ion - í sambandi við heimatænastuna kring landið, sum m.a. fevnir um heimahjálp, heilsu- og sjúkrarøkt, eldrasambýli og røktarheim. Elbilarnir kunnu koyra millum 70 og 100 km upp á eina løðing, og tí verða teir hildnir at vera serliga væl egnaðir júst til slíka nýtslu.
Heimahjálpin er skipað í dag-, kvøld- og náttarvaktir. Sostatt fáa ikki færri enn trý starvsfólk høvi at royna bilarnar um samdøgrið.
SEV ynskir Nærverkinum og starvsfólkum tess góða eydnu við royndarkoyringini.
Høvi var m.a. hjá stjóranum í Nærverki, Mary í Garði, og hinum umboðunum hjá stovninum at royna teir báðar elbilarnar fyrrapartin.