Nærum helvtin av elorkuframleiðsluni burðardygg í fyrsta ársfjórðingi 2020

Nærum helvtin av elorkuframleiðsluni burðardygg í fyrsta ársfjórðingi 2020
Sløk 47 prosent av samlaðu elframleiðsluni fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár vóru burðardygg

Av samlaðu elframleiðsluni fyrsta ársfjórðing stavaðu 47 prosent frá varandi orkukeldum, ávikavist 14 prosent úr vindorku, 33 prosent úr vatnorka, og 0,01 prosent úr sólorku. Írestandi 53 prosentini vórðu framleidd við olju.

Meðan grøna orkan í januar mánaði í ár var met høg, heili 63 prosent, so hilnaðist minni væl í februar og mars. Serliga er tað vindorkan, sum var 14 prosent lægri enn sama tíðarskeið í fjør.

Vatnorkuframleiðslan øktist við einum góðum prosenti upp í góðar 34 GWt, meðan vindorkan minkaði við sløkum 14 prosentum í mun til sama tíðarskeið í fjør, og var 14 GWt.

Samlaða elorkuframleiðslan í fyrsta ársfjórðingi setti met við 104 framleiddum GWt.

Grøna framleiðslan var 48,4 GWt, í mun til 50,1 GWt árið fyri. Besti fyrsti ársfjórðingur til framleiðslu av grønari orku higartil var í 2015 við 57,2 GWt. Framleiðslan við olju øktist við sløkum 15 prosentum upp í 55 GWt.

Í tilsamans góð 9 samdøgur náddi grøna framleiðslan upp um 80 prosent, og í tilsamans 22 tímar var framleiðslan 100 prosent burðardygg í meginøkinum.

Umframt at vøksturin í eftispurningi eftir elorku ávirkar prosentvísa lutfallið, so hevur veðrið heldur ikki verið tað besta til grøna orkuframleiðslu hendan ársfjórðingin. Vindurin hevur verið óstøðugur við fleiri ódnum, sum hava neiliga ávirkan á vindorkuframleiðsluna. Tá vindferðin er ov høg, framleiða myllurnar ikki. Eisini hevur verið smáligt við regni til vatngoymslurnar í februar og mars, tí tað hevur verið kaldari í veðrinum.

Sólorka til 16 húski í Suðuroy

Fyri fyrstu ferð er sólorkan partur av uppgerðini yvir samlaða orkubýtið, tó at sólorkuframleiðslan enn er øgiliga lítil í mun til samlaðu framleiðsluna. Vert er tó at leggja til merkis, at sólorkuskipanin í Sumba longu hevur framleitt meira, enn væntað varð hesa ársins tíð, og higartil í ár hevur hon framleitt 9,5 MWt. Av hesum vórðu 6,6 MWt framleiddir í mars, og svarar tað til miðalmánaðarnýtsluna hjá á leið 16 húskjum.

Í januar framleiddi sólorkulundin í Sumba 672 kW tímar, sum svarar til gott og væl nýtsluna hjá einum húski í januar.

Korona ávirkar elnýtsluna

Seinastu árini hava vit nærum hvønn mánaða sæð sera stóran vøkstur í eftirspurningi eftir elorku. Vanliga rokna vit við 2 prosents vøkstri pr. mðr., men seinastu tvey árini ella so hevur vøksturin ligið millum 8 og 10 prosent.

Samlaða elframleiðslan fyrsta ársfjórðing í ár er økt við 5,4 prosentum í mun til sama tíðarskeið 2019, og vøksturin fyri mars mánaða var 4,2 prosent. Tó at hetta er stórur vøkstur, so er hann ikki eins stórur og tað, vit annars hava sæð seinastu uml. tvey árini.

Síðan tiltøkini móti Koronasmittuni vórðu sett í verk í fyrru helvt av mars, og virksemið í samfelagnum minkaði, hava vit viku fyri viku sæð eina støðuga minking í elnýtsluni.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking