Fara væntandi at mala aftur á heysti 2024
Myllurnar í Neshaga staðið stillar vegna generatorbrek í eitt tíðarskeið, og í langa tíð hevur arbeitt verið við at finna eina góða loysn.
Mylla 4 hevur meira og minni staðið still síðan á heysti í 2020, men bleiv umvæld og sett í rakstur aftur á sumri 2023.
Tó stóðust tøkniligir trupulleikar við mylluni um Ólavsøku 2023, sum enn ikki eru rættaðir, og ringt stev í samstarvinum við Enercon hevur havt við sær, at trupult hevur verið at fingið hjálp til at loysa tær tøkniligu avbjóðingarnar.
Seint á heysti í 2023 kom tó glið á samskiftið við Enercon, sum nú arbeiðir við at fáa myllu 4 í gongd aftur, væntandi innan fáar vikur.
Nýggir generatorar og eyka átøk
Hvat viðvíkur hinum 4 myllunum er støðan tann, at tær allar hava avbrendar generatorar. Skaðarnir stóðust tíðliga í 2023. Samráðst hevur verið um ymiskar loysnir við Enercon og Houghton (felagið sum umvældi generatorin til myllu 4), og nú er komið á mál.
Agjørt er at bíleggja 4 nýggjar generatorar frá Enercon, sum fara í framleiðslu í Týsklandi beinanvegin. Teir væntast lidnir um miðan mai og verða settir upp á sumri 2024. Um gongst eftir ætlan, koma myllurnar aftur í rakstur seint á sumri í 2024.
Henda loysn er vald, tí at prísurin er lægri enn ein umvæling, og vit vænta/vóna at fáa hesar at halda í 10 ár, við 5-6 ymiskum tøkniligum átøkum, sum kunna betra um haldføri, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev.
Átøkini eru í høvuðsheitum:
Verkætlanin er mett at kosta kr. 13,8 mió., harav nýggir generatorar kr. 10,4 mió., meðan uppseting, flutningur, trygging v.m. kosta kr. 3,4 mió.
Elveitingareftirlitið góðkent verkætlanina og longt framleiðsluloyvið
Neyðugt var við góðkenning frá elveitingareftirlitinum, tí at Sev sum móðurfelag skal lata vindfelagnum í Neshaga fígging til verkætlanina, umframt at neyðugt er at økja eginpeningin hjá vindfelagnum við kr. 3,4 mió.
Samstundis varð søkt um leingja framleiðsluloyvi eftir 2027 við fimm árum, tá verandi 15 ára framleiðsluloyvi gongur út. Báðar umsóknir vóru játtaðar tann 31. januar 2024