SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Myllulív í Neshaga

Myllulív í Neshaga

Myllulív í Neshaga

Umvælingarnar av myllunum í Neshaga ganga væl, og nú er aftur lív í trimum av teimum tilsamans fimm myllunum.

Umboð fyri Enercon byrjaðu fyrr í summar at skifta generatorar á myllunum í Neshaga. Slíkt arbeiði við høgum kranum og presisjónsarbeiði í hæddum krevur serliga góð veðurlíkindi, so tí hevur drigið út.

 

Nú eru tó allir generatorarnir skiftir (mylla 4 tó í fjør), og royndarkoyring er byrjað av myllunum.

 

Í løtuni mæla 3 myllur í Neshaga, og gongst sum ætlað verður lív í øllum fimm myllunum innan fyri komandi tvær vikurnar.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking