- Mugu skatta øðrvísi í framtíðini

Tilfeingisskattur týdningarmiklari enn skattur á arbeiði, heldur ES-veðurlagskommisserurin.

Stundin er komin til nýhugsan um, hvussu vit áleggja skatt á fyritøkur og einstaklingar.

Tað heldur Connie Hedegaard, ES-veðurlagskommisserur.

Hon mælir í hesum sambandi til at broyta skatta- og avgjaldsskipanirnar soleiðis, at skattur verður lagdur á "tað vit brenna, ístaðin fyri tað vit forvinna", skrivar heimasíðan Euractiv.

– Líta vit 20 ár fram í tíðina, duga øll at síggja, at vit eiga at leggja meira skatt á tilfeingið og minni á arbeiðsavrikini, sigur Hedegaard sambært heimasíðuni.

Effektivitetur flaggskipið í øllum

ES-kommisserurin hevur fingið eyguni upp fyri, at tað at orkueffektivisera og brúka heimsins avmarkaða tilfeingi effektivari, er einasta loysnin til tess at tryggja burðardyggan vøkstur. Effektivitetur eigur at vera flaggskipið í øllum tí, vit takast við, sigur hon og vísir á, at Svøríki og Danmark ikki hava mist kappingarføri av sínum effektiviseringsátøkum á orkuøkinum.

ES-nevndin leggur í mars fram ætlanir sínar á orkuøkinum fram til 2050. Har verður kósin løgd til tess at ES skal megna at fremja ein niðurskurð í veðurlagsútlátinum upp á 95 prosent.

Dagsins mátiamboð fyri búskaparligum vøkstri halda ikki mál, sigur veðurlagskommisserurin.

– Vøkstur í hesi øldini kann ikki bert snúgva seg um vøkstur í BTÚ. Hvat við at vit oyða alt okkara náttúrutilfeingi og rávørur? Hvat við avleiðingunum fyri heilsu, luftgóðsku og reinum vatni? spyr Connie Hedegaard.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking