Móttøka fyri John og Boga

Seinnapartin var almenn móttøka á SEV fyri John P. Danielsen, fráfarandi stjóra fyri fyrisitingina, og avloysara hansara, Boga Bendtsen.

Fitt av fólki leitaði sær seinnapartin inn á gólvið á høvuðsskrivstovuni hjá SEV á Landavegi 92 í Havn í sambandi við móttøku fyri fráfarandi og komandi deildarstjóranum fyri fyrisitingini hjá SEV.

1. juli leggur John P. Danielsen frá sær, eftir at hava røkt hetta starv í 25 ½ ár, og sama dag tekur Bogi Bendtsen við sum nýggjur deildarstjóri.

Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður í SEV, bar fram takkarkvøðu og vælkomuynski til John og Boga:

Vangamynd av John

- Tað er ikki hissini uppgáva at tekna eina vangamynd av fráfarandi fyrisitingarstjóranum. Skorin úr eini familju við nógvum munnum at metta hevur hann longu tíðliga í lívinum sæð lívsins álvara, har virkisfýsni og ábyrgdarkensla eru grundleggjandi tættir í lívinum, segði Páll á Reynatúgvu og helt fram: 

Umboð fyri Eik Banka og Elveitingareftirlitið.

- Sítt vaksna lív hevur John brúkt til at gagna almennu Føroyum í nógvum ymsum liðum. Sjálvsagt fyrst og fremst sum ein av stóru ímyndunum av SEV, uttanfyri hesar veggir, men kanska serliga innanfyri, sum sterka økslin, ella verndin, hjá stóra og dugnaliga starvsfólkahópinum hjá SEV. Og tað merktist sum ein kaldur norðanvindur millum starvsfólkini, ta løtuna tað gjørdist starvsfólkunum greitt, at John hevði gjørt av at gevast í starvinum, sum hann so trúliga hevur røkt hesi 25 árini.

Fótasporini síggjast

- Eisini uttanfyri hesar veggir síggjast fótasporini eftir mannin. Bæði sum embætismaður í landsins tænastu, og  kanska serliga sum nevndarlimur og formaður í Fíggingargrunninum í sera truplum tíðum. Allastaðni, har John  hevur verið, síggjast slóðir eftir ein væla starvsmann, sum er ímyndin av loyaliteti móti tí arbeiðsplássi, hann umboðar. Ikki einum blindum loyaliteti, men einum tilvitaðum og strembandi nærlagni, sum søkir loysnirnar, sum røkka á mál. Tí kom tað ikki óvart á, at Norðoya Sparikassi, nú mótbrekkan veruliga merktist, leitaði sær eftir John sum nevndarformanni. Hansara vit og royndir koma teimum til gagns.

Fyrrverandi starvsfelagar hjá Boga Bendtsen vóru millum gestirnar.

- Sjáldan sær tú so nærlagdan og dugnaligan embætismann, sum dugir so væl at virka á hesum tiltikna markamótinum millum politikk og umsiting, sum John P. Danielsen. Somikið væl, at tú mangan sum politikari situr og grundar, um tað eru 4, 5 ella 6 leikir, hann roynir á talvborðinum.

Ein havhestur

- Havi mangan ímynda mær John sum ein havhest. Ikki til matna, har hevði hann kanska verið í seigara lagi, men sum ímynd. Hetta serstakliga góða seiggið og flogið. So tætt aldukambinum, og brotinum, og tó so leikandi lætt, sum um eingin vandi er á ferð, hóast vissa ikki er um, hvussu aldan lagar seg.

Gunnvá við Keldu, forkvinna í Kommunusamskipan Føroya og borgarstjóri í Klaksvík, heldur røðu.

- Tá John plagar at taka til: ”hatta skal eg kanska ikki blanda meg uppí, hatta er politikkur”…tá vita vit, at hann hevur sníkt seg um markið og virkar sum politikari ella sum politiskur vegleiðari, eina løtu. Viðhvørt til treða og viðhvørt til gagns hjá okkum, sum onkursvegna skulu stjórna  serstaka intellektinum.

Sína egnu tíð

- Ongin er tó so fullkomin, at hann ikki hevur lítir. Og hjá John má tað vera tíðin. Ella rættari yvirtíðin. Róliga lyndið, og altíð at hava góða tíð, kann sanniliga eisini roynast stór avbjóðing hjá okkum, sum eru knappari av lyndi. Ella ikki hava somu fatan av klokkuni sum John. Tí hansara klokka er ikki sum aðrar, hann hevur sína egnu tíð. Summar og vetur.

- Hóast eitt sera virkið arbeiðslív, so er John familjumaður burturav, og hansara góðska móti sínum nærmastu er týðilig, eisini í arbeiðinum. Ikki minst í leiklutinum sum abbi og ommumaður. Inniløgumaður er hann tiltikin, og fjølin er á floti tá høvi býðst.

Umboð fyri ymsar almennar og privatar stovnar lýða á røðurnar.

- Vit vita ikki, hvørjar leiðir liggja fyri framman hjá tær, John, men eitt er vist, at tey sum framyvir koma at hava gagn av tíni heilt serstøku og nærverandi persónsmensku, eru heppin. Tí fáar eru uppgávurnar, sum eru ov stórar til tínar førleikar, bæði sum menniskja og fakmaður í odd og egg. At tú samstundis altíð hevur eitt bros um vælupplagda andlitsbráðið, ger mangan strævna gerandisdagin ”so nógv lættari”, sum Robert plagar at taka til.

Ikki gloymdur

- Far tú bara John, vit fylgja tær! Nei tvætl, tað gera vit ikki! Men vit eru takksom fyri tað arbeiðið, tú hevur lagt í at menna SEV sum fyritøku og arbeiðspláss, og títt arbeiði verður ikki gloymt við tað fyrsta. Vónandi eiga tit sum familja nógvar góðar dagar fyri framman. Førleikin at fylla teir, er íborin, segði Páll á Reynatúgvu m.a. í røðu síni fyri John P. Danielsen, sum hann endaði við hesum orðum:

- Vegna nevndina og SEV skal eg takka tær so miriliga fyri mangt eitt verkið, fyri góðar og avbjóðandi løtur, og ynskja tær og tínum blíðan byr framyvir

Starvsfólkini á SEV vóru sum vera mann væl mannað.

Bogi røttu eginleikarnar

Páll á Reynatúgvu bjóðaði síðani Boga Bendtsen vælkomnum í starvið sum deildarstjóri fyri fyrisitingina hjá SEV.

- Tú kemur inn um dyrnar á einari fyritøku, sum rúmar stórum avbjóðingum í komandi tíðum. Fáir leikarar í samfelagi okkara hava so stórar avbjóðingar sum SEV, nú veðurlagspolitikkurin veruliga bjóðar av. Hetta verður ikki sagt fyri at ræða teg út gjøgnum dyrnar aftur. Heldur hinvegin. Skal skiljast sum at vit meta okkum hava álit á, at tú - í leiðslutoymi saman við Hákuni Djurhuus og Finni Jakobsen - megnar at lyfta uppgávuni, segði Páll á Reynatúgvu.

- Tú ert ógvuliga væl útbúgvin og tykist at hava røttu persónligu eginleikarnar at kveikja framburð innanveggja í fyritøkuni. Vit vita eisini, at tú hevur ein vøll aftanfyri teg sum leiðari í Eik Banka. Men vit vita eisini, at júst royndir í lívinum, sum vit vinna á, gera okkum sterkari bæði sum menniskju og fakpersónar. Og tað er við hesum áliti og vón, at vit hava valt at seta teg í starv sum fyrisitingarstjóri í SEV.

Baldrut men eisini stuttligt

- Her kann vera baldrut og gjálvut, men sanniliga eisini stuttligt og avbjóðandi. Og starvsfólkahópurin er góður og trúgvur ímóti arbeiðsplássinum, segði Páll á Reynatúgvu og legði aftrat:

Páll á Reynatúgvu heldur røðu, meðan John P. Danielsen, Bogi Bendtsen og Hákun Djurhuus lýða á. 

- Vit í nevndini og SEV gleða okkum at samstarva við teg og vilja gera okkara besta til, at tú festir røtur her í lendinum. Vóni at tú verður her longri enn vit nevndarlimir, um enn rættiliga nógv skal til at kappast við tey 25 árini hjá John. Vit ynskja somuleiðis tær og tínum blíðan byr.

Kann róliga leggja frá sær

Hákun Djurhuus, stjóri, heilsaði somuleiðis fráfarandi og komandi fyrisitingarstjóranum.

Hann helt, at John - eftir 25 árum í starvinum, har stórur partur av tíð hansara er farin til SEV - róliga kann leggja starvið frá sær.

- Tín lutur liggur ikki eftir. Um tú kagar aftur gjøgnum tíðina eftir tí rás, sum felagsskapurin hevur gingið, so síggjast nógvir varðar á leiðini. Og fyri hvønn teirra eigur tú eisini tín part av teimum steinunum, sum liggja í teimum, segði Hákun Djurhuus og helt fram:

Stór menning farin fram

Í sambandi við varðarnar kann sigast, at Elfelagið SEV er nógv ment hesi 25 árini og ganga vit undan á fleiri økjum. Fleiri veitarar royna sínar nýggjastu komponentar her hjá okkum, tí teir kenna til tær ekstremu avbjóðingarnar vit hava. Vit kenna eisini til onnur elfeløg í Europa, sum í teirra planleggingarfasu spyrja til tekniskar loysnir, sum her hjá okkum longu eru innførdar.

Sum sild í tunnu.

- Tú hevur tikið avgerð um at raðfesta tíðarnýtslu tína øðrvísi, og kunnu tit í familjuni gleðast um, at nú verður meira tíð til tykkara. Eg veit, at John er familjukærur, so hetta er heilt sikkurt góður fongur fyri tykkum. Við tí arbeiðs- og familjumynstri, sum samfelagið í dag bjóðar uppá, so er altíð brúk fyri einum góðum og tøkum abba.

Sjálvur havi eg samstarvað við John í eini 3 ár og eri eg sera takksamur fyri tað. Fakliga er John so sera væl fyri og dekkar hann breitt økini innan umsitingar-, fíggjar-, jura- og tryggingarspurningar.

Gott við einum av gamla slagnum

- Fyri slíkar sum meg (ja og kanska eisini Finn), eitt sindur impulsivir og handlingsfokuseraðir fýrar, so er tað fínasta slag við einum makkara - ein embætismaður av tí gamla slagnum -, sum líka kann siga: “hevur tú eisini hugsað um” og so kemur ein long svada um ...... eins viðgerð av eins málum, præcedens, alment innlit, notatskyldan, hoyringsfreist, grundgeving fyri avgerðini, stýrissamtykt frá 1900 og grøntkál o.s.fr. Vitan tín er enorm og minni er sum á elefanti.

Fyrrverandi SEV-stjórin, Klæmint Weihe (myndin) og fyrrverandi stýrisformaðurin, Arnstein Niclasen, og deildarstjórin fyri tøkni, Finn Jakobsen, vóru eisini millum røðararnar. 

- Um aðrar persónligar eginleikar hjá John vil eg siga, at hann er ikki sjálvsøkin, men tekur hann altíð støðu við atliti til, hvat er best fyri SEV. John er ábyrgdar- og samvitskufullur og lættur at umgangast, tí hann er bæði skemtiligur og lættsintur. Hann hevur sín sermerkta humor og eru hetta helst genini úr Kollafirði, sum gera um seg. John er sera stabilur, tað er ikki lætt at fáa hann upp at flákra.

- Men okkurt meira óvæntað hevur man so eisini upplivað saman. Ein dagin á fundi hjá Elveitingareftirlitinum bleiv helst ikki lurtað nóg væl eftir hansara sjónarmiðum, hann royndi fleiri ferðir, men bleiv síðan so sintur, at hann reistist og fór av fundinum og skuldi líkasum klamsa eitt sindur við hurðini. Hann var tó so óheppin at taka skeiva hurð út úr fundarhølinum og gekk seg inn í eitt skáp, sum hann so mátti bakka út úr aftur. Tað var eitt sindur ringt hjá okkum øllum at finna rætta andlitsbráið til støðuna og hava vit ofta flent eftir hesum.

Nýggi deildarstjórin fyri fyrisitingina hjá SEV, Bogi Bendtsen.

- John - tú er álitismaður. Umframt at hava havt ábyrgdina av fyrisiting og fíggjarviðurskiftum felagsins øll hesi árini, so hevur tú eisini havt fleiri týðandi nevndarsessir uttanfyri SEV, nevnast kunnu Atlantic Airways, Fíggjargrunnurin, ið varar av BankNordik, og nú eisini formannssessurin í Norðoya Sparikassa.

- Fyri SEV skal eg takka tær hjartaliga fyri tey 25 árini, og persónliga eri eg eisini sera takksamur fyri góða samstarv okkara. Vit ynskja tær og tínum alt tað besta frameftir, segði Hákun Djurhuus, sum síðani vendi sær til Boga Bendtsen:

Spakuliga byrjaður

- Góði Bogi. Vit siga tær stóra takk fyri, at tú hevur tikið av kjansinum, nú tú fekk bjóðað starvið sum eftirmaðurin hjá John á SEV. At tú vann tær hesa støðu í kapping við fleiri aðrar góðar umsøkjarar, sigur nógv um teg. Nú tú hevur hoyrt so nógv um John, so kann onkur tykkara kanska spyrja, um tú man angra tað. Men her kann eg tryggja tykkum øllum, at setanartilgongdin hevur verið sera nágreinilig, so her vita partarnir væl av hvør øðrum.

Gunnvá við Keldu, Hans Laksá, Jákup Suni Lauritsen, Arnstein Niclasen og Steinbjørn O. Jacobsen.

- Skeringsdagurin er 1. juli, men tær líkt við tínum nærlagni, so hevur tú longu verið framvið og samskift við John, soleiðis at tú verður “rullaður” í gongd skjótast møguligt. At vit kunnu trekkja uppá undanmannin sum ráðgeva frameftir, ger bara yvirgongdina smidligari og gleðast vit um tað.

- Eins og tað gjørdist mær greitt, tá ið eg byrjaði hjá SEV, so er tú nú ein partur av toyminum, sum heldur elveiting landsins koyrandi. Í tí framkomna føroyska samfelagnum er ravmagn ein týðandi grundarsteinur, kanska eins og hjarta er tað í mannakroppinum. Tí kann tú saman við okkum øðrum í SEV við stoltleika siga, at tú heldur um pulsæðrina hjá samfelag okkara. Hetta er ein týðandi uppgáva, sum man eisini skal vera eyðmjúkur um.

Sjónlig tá streymurin fer

- Tú má eisini venja teg við – og tað er ógvuliga órættvíst - at vit einamest blíva umrødd og sjónlig, tá ið streymurin er vekk. Hetta hendir tíbetur ikki so ofta, og tað skulu tit starvsfólk eiga, at tá ið tað hendir, so stendur ikki á - nátt sum dag - at fáa allar góðar kreftir at tørna til beinanvegin. Virðisorðingar okkara: ‘samstarv, eldhugi og virðing’ koma kanska serliga væl til sjóndar tá.

- Bogi - sjálvur síggi eg, eins og øll hini starvsfólkini, fram til eitt gott samstarv við teg og ynskja vit tær Harrans signing, góða eydnu og blíðan byr í starvinum, segði Hákun Djurhuus at enda.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking