Móstøðan ímóti vindorku veksur í Svøríki

Móstøðan ímóti vindorku er nú nærum líka stór sum ímóti kjarnorku fyri 30 árum síðani.

Við 20.000 stuðlum og einum súmboli, ið sipar til "Atomkraft - nej tack" í 80-unum, veksur felagsskapurin Svenskt landskapsskydd og mótstøðan ímóti vindorku stútt og støðugt.

- Tað ber til at samanbera dagsins almannahugsan við fylkingina ímóti kjarnorku, sigur Karin Hammarlund, granskari í landslagsgreining á SLU í Alnarp, við dagblaðið Miljörapporten sambært Ny Teknik.

Í fjør vórðu 2,5 TWh av el framleiddir úr vindorku í Svøríki. Málið, ið stjórnin nú miðar eftir, er, at Svøríki skal hava 30 TWh av vindorku í 2020.

Júst nú eru ætlanir um túsundtals nýggjar vindmyllur í landinum, og mett verður, at umleið 5.000 vindmyllur uppá tilsamans 15.000 MW kunnu setast upp í Norðursvøríki í framtíðini.

Stóra útbyggingin hevur elvt til harða mótstøðu, serliga ímóti teimum stóru verkætlanunum.

- Ferð eftir ferð verða vindorkufeløgini tikin á bóli, sigur Karin Hammarlund, sum hevur kannað svensku vindorkumótstøðuna.

Munur á mótstøðu

Tó er ein týdningarmikil munur á mótstøðuni ímóti kjarnorkuni og mótstøðuni ímóti vindorkuni, leggur hon aftrat:

- Tað, sum skapar órógv nú, er ikki sjálv vindorkutøknin, men óttin fyri, hvussu hon ávirkar landslagið og sosialu viðurskiftini.

Sambært Elisabeth von Brömsen, forkvinnu í Svenskt landskapsskydd, hevur mótstøðurørslan í ár fingið umleið túsund nýggjar limir, bæði einstaklingar og feløg.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking