83 prosent av norsku íbúðunum brúka elektriskan streym til hita. 26 prosent hava streym sum einastu hitakeldu. 38 prosent hava bert eina hitaskipan. 46 prosent hava sokallaðar fullkomnar hitaskipanir, meðan 15 prosent hava tríggjar hitakeldur. 52 prosent hava peis ella brenniovn. Í Oslo kann bert ein av fýra kynda við brenniviði, í Finnmark hava 77 prosent peis ella brenniovn.
Hetta vísir ein kanning, sum NBBL - felagsskapurin hjá norskum íbúðafeløgum - hevur gjørt.
- Rættiliga mong hava ongi alternativ til streym, tá tey skulu halda hitanum. Tað ger tey viðkvom mótvegis streymslitum og sveiggjum í streymprísinum, sigur stjórin í NBBL, Helge Skinner, við Aftenposten.
Einans streym
13.000 íbúðafelagslimir um alt landið hava svarað spurningum um, hvussu teir hita íbúðir sínar. Sum sæst á tølunum omanfyri hava 26,5 prosent einans streym sum hitakeldu.
Talið á íbúðum, ið bert kunnu kynda við streymi er økt seinastu árini. Tøl frá norsku hagstovuni frá 1990 vísa, at 23,5 prosent einans høvdu streym at líta á fyri 20 árum síðani.
- Vit mugu fáa fleiri íbúðir, har fólk kunnu skifta millum ymsar hitakeldur, sigur Hege Skinner sambært NBBL.no.
Ein kelda
So nógvar sum fýra av tíggju norskum íbúðum hava bert eina hitakeldu. Hesin parturin er ikki broyttur stórvegis síðani 1950-unum. Millum íbúðirnar við eini hitakeldu, brúka tey flestu streym. 8 prosent hava vatnberandi hita sum einastu hitakeldu.
Umfatandi kynding við streymi í Norra kemst helst av, at streymurin hevur verið bíligur. Men sjálvt ikki íbúðir, ið eru bygdar seinastu tíggju árini, hava fleiri hitaskipanir.
- Orsøkin er ikki longur, at streymur er bíligur, men at tað er dýrt at seta alternativar hitaskipanir upp. Teknisku krøvini til íbúðir eru vorðin strangari, og minni tørvur er í dag á streymi og orku til upphitingar. Byggifeløgini hava tí ikki raðfest uppseting av eini eyka hitakeldu, sigur Skinner.
Skiftið vindeyguni
Loysnin hjá íbúðaeigarum, sum dragast við stóra elrokning í eldri húsum og leiguíbúðum, er ikki neyðturviliga ein peis ella brenniovnur.
- Í Íbúðablokkum og sambygdum húsum kann eftirbjálving og útskifting av gomlum vindeygum hjálpa til við at minka streymrokningina, sigur Helge Skinner.