Mitsubishi iMiEV elbilurin hjá SEV komin

Er fyrsti elrikni persónbilur, ið er seldur í Føroyum.

So er fyrsti elrikni persómbilurin, ið seldur er í Føroyum, veruleiki.

Og eigari er kanska ikki óvæntað Elfelagið SEV.

Bilurin, ið er av slagnum Mitsubishi iMiEV, er keyptur frá P/F Ivan Bilum í Havn, sum umboðar hetta slagið av elbilum í Føroyum.

Triði elbilurin

Frammanundan eigur SEV tveir elriknar vørubilar av slagnum Peugeot Partner Van Electric. Teir komu til Føroya um ársskiftið.

Bilarnir skulu bæði brúkast sum royndar- og arbeiðsbilar.

Vera við á elbiladegnum

Møguleiki verður hjá áhugaðum at síggja og roynar bilarnar á elbiladegnum, sum SEV, Jarðfeingi og NORA skipa fyri í Norðurlandahúsinum týsdagin.

Mitsubishi iMiEV kann koyra 150 km upp á eina løðing.

Har verður eisini ein annar Mitsubishi iMieV við, sum er komin úr Íslandi, eins og snøggi sportbilurin Tesla Roadster, ið kemur higar úr Danmark mánadagin og sum gongur undir navninum "Kongur elbilanna".

Mitsubishi iMiEV

Mitsubishi IMiEV persónbilurin hjá SEV hevur ein 67 hk elmotor og 16 kwh lithium-ion battarí. Hann kann koyra upp til 150 km upp á eina løðing, koyrir frá 0-100 km/t eftir 15,9 sekundum, og mesta ferðin er 130 km/t.

Høvi verður hjá áhugaðum at royndarkoyra hesar tríggjar elbilarnar á elbiladegnum í Norðurlandahúsinum týsdagin.

Løðitíðin við vanligari 220 volt stikkkontakt er 8 tímar. Tó kann hann løðast við snarløðara upp til 80 prosent eftir bert 30 minuttum.

Mitsubishi iMiEV rúmar fýra persónum og vigar 1060 kg. Keypsprísurin er 324.000 kr.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking