Í løtuni verða sokallaðar friktiónsroyndir gjørdar av botninum, áðrenn gjørt verður klárt til at leggja fundamentini á botnin.
Skipið C Fenna siglir millum Orknoyggjarnar og Føroyar við útgerðini. Hesa ferð eru vektir og onnur útgerð umborð, og í næstu viku koma sjálvi fundamentini og restin av ballastvektunum. Um viðrar verða fundamentini løgd út í næstu viku.
Í teimum førum, neyðugt er at uppskipa útgerð, verður tað gjørt innan fyri eitt girt øki á nýggja kaiøkinum í Vestmanna. Manning og arbeiðsfólk umborð á C Fenna fara ikki út um girðingina, og loyvt er ikki øðrum at fara inn á avmerkta økið.