Minesto røkkur søguligum varða - letur sjóvarfalsorku inn á føroyska elnetið

Minesto røkkur søguligum varða - letur sjóvarfalsorku inn á føroyska elnetið

Sum partur av arbeiðnum at installera og royndarkoyra sjóvarfalsdrekan í Vestmannasundi, hevur Minesto rokkið varðanum at lata elorku úr sjóvarfallinum inn á føroyska elnetið í samsvari við avtaluna við SEV

“Hetta er ein søgulig løta, og eitt risa fet framá fyri Minesto og menningina av okkara serstøku tøkni. Vit eru serliga fegin um framleiðslustøðið á skipanini”, sigur Dr Martin Edlund, forstjóri í Minesto. “Nú gleða vit okkum til at halda fram við arbeiðnum í Vestmannasundi, og okkara framtíðarsamstarv við SEV”.

Eftir at undirstøðukervið við fundamenti á havbotninum, sjókaðali og transformarastøð á landi var liðugt uppsett, setti Minesto eisini drekan út og nú er farið undir at royndarkoyra sjóvarfalsorkuverkið. DG100 skipanin umfatar dreka, tjóður og botnfesti. Botnfestið er liðiligt, og ger tað møguligt hjá drekanum at flyta seg í sjónum í einum áttatali.

Royndarkoyringin av DG100 orkuverkinum merkir, at Minesto við serstøku Deep Green tøknini nú framleiðir burðardygga elorku úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi inn á føroyska elnetið.

Eisini nevndarformaðurin í Minesto Jonas Millqvist fegnast: “Hetta er eitt virðismikið fet fram móti at fáa staðfest tøknina hjá Minesto í burðardyggu orkuvinnuni á sama støði sum eitt nú sjóvindmyllur. Vit flyta okkum nú frá einstøkum til størri uppsetingar, eftir sama leisti, sum varð nýttur innan vindorku.”

Samstarv um smáverk og stór orkuverk

Minesto og SEV hava samstarvsavtalu um at nýta sjóvarfalsorku, sum er framleidd við Minesto Deep Green tøknini í Føroyum. Fyrsta stig á leiðini er uppseting og rakstur av tveimum DG100 orkuverkum í Vestmannasundi, sum eru knýtt í netið hjá SEV.

Hesi DG100 orkuverkini kunnu eisini nýtast sum smáverk uttan fyri miðstaðarøkið í Føroyum og aðra staðni kring heimin.

Alt eftir, hvussu royndarverkætlanin í Vestmannasundi hilnast, hava SEV og Minesto ætlanir um at seta út Minesto smáverk, t.e. undir 250kW og størri verk, sum eru størri enn 1MW á øðrum útvaldum støðum í Føroyum.

Arbeitt verður fram ímóti at, at sjóvarfalsorka verður ein týðandi orkukelda í føroyskum elorkusamansetingini í royndini at røkka málinum um, at øll elorkunýtsla á landi stavar frá varandi orkukeldum í 2030.

Hákun Djurhuus, stjóri hjá SEV, fegnast um um stóra framstigið: “Vit eru sera fegin um, at verkætlanin nú er komin so langt, at Minesto orkuverkið framleiðir inn á føroyska elnetið. Hóast talan enn er um royndarframleiðslu, hava vit góðar vónir um, at sjóvarfalsorka fer at gerast eitt týðandi íkast til burðardyggu elframleiðsluna í Føroyum. Í mun til aðra varandi orku, er sjóvarfalsorkan forsøgin, og tí ikki eins óstøðug og eitt nú vindorka.”

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking