Minesto: Orkuframleiðslan á hædd við væntaða úrtøku

Minesto: Orkuframleiðslan á hædd við væntaða úrtøku

Minesto kunnger í dag, at týðandi framstig eru gjørd við at framleiða elorku inn á føroyska elnetið. DG100 orkuverkið hevur framleitt oman fyri 110kW við miðal framleiðslu í samsvari við framrokningarnar, sum eru gjørdar um úrtøkuna

Í mars er seinni drekin hjá Minesto komin til landið, og er royndarkoyrdur í framleiðslu. Seinni drekin, sum hevur fingið navnið ‘Drekin’, er dagførdur og mentur í samsvari við royndirnar, sum gjørdar eru við fyrra drekanum ‘Havfrúnni’.

Við seinna DG100 orkuverkinum fóru vit undir royndarframleiðslu beinanvegin, og høvdu ikki fyri neyðini at royndarkoyra allar lutir á sama hátt sum fyrru ferð. Hetta merkir, at vit nú hava tvey orkuverk tøk í Vestmannasundi, og harvið størri smidleika og virkisføri. Tað er gleðiligt, at seinna orkuverkið lættliga livir upp til væntanirnar. Mesta frameiðsla hevur ligið oman fyri 110 kW, tá ferðin er farin upp um 20 míl. Miðal framleiðslan á einum sjóvarfalli er á hædd við framrokningar, og styrkir hetta okkara væntanir til framleiðslu uttan mun til stødd á orkuverki. Úrslitini eru sera hugalig og týðandi í mun til arbeiðið við triðjaparts-góðkenning”, sigur Dr. Martin Edlund, forstjóri í Minesto.

Afturat hesum hevur Minesto gjøgnumført upplæring av enn fleiri starvsfólkum innan uppsetingar bæði á landi og sjógvi, og tí hevur Minesto nú førleikar til allan rakstur og viðlíkahald av drekunum.

Við trimum fult útbúnum toymum hava vit tryggjað førleikarnar bæði til at koyra langtíðarverkætlanir og til at arbeiða við fleiri verkætlanum samstundis”, sigur Martin Edlund.

Sum part av venjingini hevur Minesto betrað um mannagongdirnar og stytt um tíðina, tað tekur at seta drekarnar út og taka teir uppaftur. Í mun til áðrenn, tekur tað nú bert hálvan tíma at seta út ella taka orkuverk upp við lítla DP-farinum uttan serliga ROV-tøkni. Fyri at betra enn meiri um rakstrarsmidleikan og kostnaðin, umhugsar Minesto eisini at nýta føroyskar veitarar við smærri førum, har tað ber til.

Framtíðarætlanin umfatar eina víðkan av virkseminum bæði við øktari frameiðslu inn á netið og eini víðarimenning av orkuverkunum”, sigur Martin Edlund.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking