Minesto og SEV skrivaðu í februar 2020 undir tvey-ára avtalu um keyp av streymi, sum Minesto framleiðir úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi. Henda avtala er nú longd tvey ár. Eisini benda kanningar á, at Vestmannasund kann bera framleiðslumátt upp til 4MW
Royndarverkætlanin hjá Minesto við sjóvarfalsorku umfatar 200 kW orkuverk í Vestmannasundi. Nýggjastu kanningarnar hjá Minesto benda á, at økið kann bera, at framleiðslumátturin verður øktur upp í 4MW.
“Vit fegnast um at hoyra um framstigini, sum gjørd eru í Vestmannasundi hetta seinasta árið, og síggja fram til framhaldandi samstarv við Minesto um at heysta forsøgnu orkuna úr sjóvarfallinum”, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.