Ætlanin fevnir um fýra serstøk øki í Føroyum, sum Minesto metir vera serliga væl egnað til sjóvarfalsorkuverk.
Umboð fyri Minesto hava verið í Føroyum og lagt ætlanina fram fyri m.a. løgmanni, orku- og vinnumálaráðharranum og øðrum, og áhugin var stórur og móttøkan góð.
Útbyggingarætlanin kann sambært Minesto vera við til at nøkta 40% av framtiðar elorkutørvinum í Føroyum, og tí vera ein týðandi liður í arbeiðnum at røkka 100% burðardygga elorkuframleiðslu á landi í 2030.
Ætlanin, sum Minesto legði fram, vísir eina stigvísa útbygging av sjóvarfalsorkuni við 20-40 MW í hvørjum stað. Økini, sum Minesto hevur peikað á, eru ávikavist Hestfjørður, Leirvíksfjørður, Skopunarfjørður og Svínoyarfjørður.
Fyrsta stigi á leiðini er at seta út tvey smærri orkuverk í Vestmannasund, eitt í vár og eitt senni í ár - og arbeitt verður við einum størri orkuverki í Vestmannasundi, sum eftir ætlan skal setast út seinni í ár. Arbeitt verður síðan við at útvega neyðug loyvi til størru útbyggingarnar.
Fyrr í ár kunngjørdi Minesto eisini, at alt teirra virksemi í 2022 verður miðsavnaði í Føroyum.
Les meira á www.minesto.se