SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Min Boks

Min Boks

Í sambandi við at SEV er í ferð við at effektivisera sínar mannagongdir, og harvið geva eina betri tænastu, fer SEV nú undir at senda øll brøv til sínar kundar talgilt í Mínboks.

Mínboks er nýggj talgild postskipan, sum er ment í samstarvi millum Posta og Elektron. Við Mínboks fært tú sum borgari ein tryggan postkassa á netinum. Hetta ger, at tað verður lættari at finna øll neyðug og viðkomandi brøv, tá tú hevur brúk fyri teimum. Ikki er neyðugt at hugsa um ringbind, árstøl og hillapláss. Mínboks heldur skil á brøvunum fyri teg, og tryggjar at tú ikki missir tey burtur.
Tú ritar inn í Mínboks við tínum Netbanka brúkara.
Soleiðis meldar tú til Mínboks:
1. Far inn á www.minboks.fo og rita inn við tínum Netbanka brúkara
2. Skriva teldupost adressuna og góðtak treytirnar.
Frá 1. juli 2013 fer SEV at leggja ómaksgjald á brøv, ið verða send við vanligum posti. Øll sum melda seg til Mínboks sleppa undan hesum ómaksgjaldi.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking