Miljardir at spara við felags norðurlendskum orkustuðuli

Útrokningar vísa, at árligu sparingarnar kunnu verða minst tíggju miljardir danskar krónur í 2020.

Eitt miðalhúski kann spara 1500 krónur um árið, um norðurlond samskipa stuðulsskipanir sínar til varandi orku.

Norðurlandaráðið heitir í hesum sambandi á norðurlendsku stjórnirnar um at kanna útlitini fyri at samskipa framleiðslustuðulin til grøna orku. 

Sambært útrokningum, sum norðurlendsku vinnu- og umhvørvispolitikararnir júst hava viðgjørt á Norðurlandaráðsfundinum í Reykjavík, eru miljardir at spara bert við at samskipa stuðulin til framleiðslu av varandi orku í norðurlondum, skrivar danskenergi.dk.

Ymsar skipanir

Danmark hevur eina prísreguleringsskipan, sum tryggjar veitaranum ein minstaprís frá statinum. Svøríki hevur eina marknaðargrundaða skipan - sum Norra umhugsar at seta í verk - har framleiðararnir fáa eitt loyvisbræv til at veita grøna orku, meðan kundarnir avgera prísin.

Vinnu- og umhvørvismálanevndirnar hjá Norðurlandaráðnum eru á einum máli um, at stjórnirnar eiga at kanna, hvørjir fyrimunir eru við eini felags skipan.

- Vit skulu tryggja, at framleiðslan av varandi orku verður búskaparliga meira effektiv, og tí vilja vit hava eina nágreiniliga lýsing av møguleikunum fyri at samskipa stuðulsskipanirnar til varandi orku í norðurlondum, sigur Anita Brodén, svenskur limur í umhvørvisnevndini hjá Norðurlandaráðnum.

Kanningin skal vera óheft í mun til ymsu tøknirnar, ið brúktar verða í londum okkara, tað vil siga vatn, vind og aðrar skipanir, leggur hon aftrat.

Felags elmarknað

Stóru norðurlondini hava frammanundan ein felags elmarknað umvegis elkeypskálan Nord Pool. Norðurlendsku forsætisráðharrarnir tóku allir á tíðindafundi í Reykjavík í gjár undir við at menna hetta samstarvið og tryggja, at norðurlond standa sum eitt undangonguøki í Evropa á orkuøkinum.

Ein samskipan av stuðulsskipanunum til varandi orku fer at bera í sær, at framleiðslan flytir hagar, hon er mest rentabul og har tað er bíligast at veita grøna orku. Útrokningar vísa, at árligu sparingarnar kunnu verða minst tíggju miljardir danskar krónur í 2020.

 


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking