ES-nevndin hevur nú givið tilsøgn um at stuðla byggingini av einum elneti til komandi havvindmylluparkina Kriegers Flak í Eystursjónum við 1,1 mia. kr.
Tað upplýsir Energinet.dk, sum saman við týska 50Hertz Transmission stendur fyri verkætlanini.
Partarnir sendu umsóknina inn fyri einum ári síðani, og nú er avtalan so gjørd. Hetta fegnast danski orku- og veðurlagsmálaráðharrin um.
Fer at økja um veitingartrygdina
- Kriegers Flak er ein sera áhugaverd og spennandi verkætlan, har vit skulu samstarva við Týskland og møguliga eisini Svøríki um net-undirstøðukervið. Hetta gevur nakrar heilt nýggjar møguleikar í sambandi við veitingartrygdina, sigur Lykke Friis.
Kriegers Flak er ein grynna í farvatninum millum Danmark, Týskland og Svøríki.
Við avtaluni um stuðul til Kriegers Flak, sum nú er gjørd uppá uml. 1,1 mia. kr. (150 mio. evrur), hevur ES-nevndin stuðlað verkætlanum, Danmark luttekur í, við tilsamans uml. 2,5 mia. krónum (335,5 mio. evrur).