Miðal elprísurin í Danmark uml. 2 kr/kWh

Miðal prísurin fyri sjálvan streymin liggur um 42 oyru/kWh - avgjøld og meirvirðisgjald standa fyri restini.

Miðal elprísurin í Danmark 3. ársfjórðing í ár var 202,58 oyru/kWh.

1. oktober fall prísurin 1,41 oyru/kWh til 201,17 oyru/kWh. Hetta svarar til uml. 56,40 kr. í eitt ár fyri eitt húsarhald, sum brúkar 4.000 kWh/ár.

Elprísurin í Danmark er settur saman av fleiri liðum enn elprísurin í Føroyum.

Nógv avgjøld

Umframt at rinda fyri streymin, ið brúktur verður, skal rindast fyri at fáa streymin fluttan út til einstaka brúkaran. Harumframt verður eitt sokallað PSO-gjald (Public Service Obligation) kravt, sum í høvuðsheitum fer til varandi orku. Loksins skal staturin hava sín part, sum umfatar ymisk avgjøld og meirvirðisgjald.

Miðal prísurin fyri sjálvan streymin til kundar, ið fáa streym fyri veitingarskyldugan prís, lá um 42,08 oyru/kWh í 3. ársfjórðingi, meðan prísurin fyri 4. ársfjórðing liggur um 41,93 oyru/kWh.

Tó er munur á prísunum í ávikavist Vestur- og Eysturdanmark. Í Vesturdanmark er prísurin í miðal hækkaður 1,50 oyru/kWh, meðan prísurin í Eysturdanmark er fallin 2,10 oyru/kWh. Men sambært Dansk Energi er ongin trygd fyri, at prísirnir fara óbroyttir inn í nýggja árið.

Treytaður av norðurlendska marknaðinum

Elprísurin er treytaður av prísgongdini á norðurlendska marknaðinum. Norsku vatngoymslurnar eru ikki so fullar sum vanligt, og vandi er fyri, at svensku kjarnorkuverkini ikki fáa framleitt við fullari megi. Hetta kann hava týdning fyri elprísin í Danmark, um veturin aftur verður kaldur.

Umframt broytingarnar í prísinum á sjálvum streyminum, er PSO-gjaldið eisini fallið, sum umframt at dekka útreiðslur til varandi orku eisini fer til gransking og menning innan eløkið.

 

Tey 93 netfeløgini krevja inn PSO-gjaldið fyri Energinet.dk, ið hevur ábyrgdina av donsku elskipanini og sostatt skal tryggja kundunum eina so trygga elveiting sum gjørligt.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking