Metstórur el-innflutningur til Norra

Fleiri býir í Norðurnorra lógu myrkalagdir í morgun, orsakað av elveitingartrupulleikum.

Norra hevði í síðstu viku ein nettoinnflutning av elektrisiteti upp á 609 GWh. Hetta er mesti innflutningurin nakrantíð í eini einstakari viku.

Innflutningurin kom úr Danmark, Svøríki og evropeiska meginlandinum, upplýsir norski orkumyndugleikin, NVE.

Hóast stóra innflutningin og lágu framleiðsluna fall vatnstøðan í vatngoymslunum í vikuni við 1,9 prosentstigi til 32,8 prosent um vikuskiftið. Hetta eru 25,5 prosent undir tí normala.

Elstøðan í Norra er framvegis knøpp, og mett verður, at brek á flutningsnetinum kunnu fáa størri avleiðingar enn vanligt.

Býir myrkalagdir

Fleiri býir í Norðurnorra lógu myrkalagdir í upp til ein tíma morgun, upplýsir netfelagið Statnett. Orsøkin var ein skaði á einum 420 kV háspenningarkaðali.

Nógvur kuldi og ein sera stór elnýtsla ber í sær, at sera lítil kapasitetur er á netinum og orkuverkunum í umráðnum.

Eitt gassrikið eykaorkuverk er tikið í brúk til tess at bøta um støðuna, men vandi er fyri fleiri úrkoblingum næstu tíðina. Statnett væntar, at fleiri dagar ganga, áðrenn skaddi háspenningarkaðalin er í lagi aftur.

Alt Skandinavia rakt

Eisini í Svøríki er lítið vatn í goymslunum hjá vatnorkuverkunum, upplýsir Svensk Energi.

Lítil tilgongd av vatni og tørvurin á elframleiðslu úr vatnorku hevur havt við sær, at  goymslurnar nú eru niðri á 28,5 prosentum ímóti vanliga 49,5 prosentum hesa árstíðina.

Støðan er ikki góð í Skandinavia sum heild. Fyllingarstigið er 31,5 prosent ímóti vanliga 55 prosentum. Tørvur er á vatni, ið svarar til eina elframleiðslu upp á 28 TWh - ella umleið 75 prosent av ársnýtsluni í Danmark, skrivar Dansk Energi.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking