Eftirspurningurin eftir elorku øktist í 2021 eins og undanfarin ár, og elframleiðslan var góð 4 prosent hægri enn í 2020. Tilsamans 424 GWt vóru framleiddir í 2021, og tað er tað mesta nakrantíð.
Tað eru serliga alivinnan og framleiðsla av fiskavørum, sum standa fyri økta eftirspurninginum av elorku.
Av samlaðu elframleiðsluni stóðu verkini hjá SEV fyri 97 prosentum, meðan biogassverkið Førka framleiddi 6,8 GWt og vindmyllurnar hjá Vindrøkt í Vestmanna 5,9 GWt.
Í desember 2021 fór elframleiðslan upp um 40 GWt, og hetta er fyrstu ferð, at framleiðslan einstakan mánað fer upp um 40 GWt.
Samlaða grøna elframleiðslan í 2021 kom upp á góðar 161 GWt, sum er 2,5 prosent fleiri enn í 2020. Framleiðslan var úr ávikavist vatni, vindi, sól og biogass. Hetta hóast fyrstu tveir mánaðirnir og triði ársfjórðingur í fjør royndust illa í mun til grøna orku. Frostbinding var fyrstu tveir mánaðirnar og í desember, umframt at liggjandi góðveður var á hásumri. Vatnorkufarmleiðslan minkaði, meðan vindorkuframleiðslan vaks.
Býtið milllum varandi og termiska orku var 61,9 prosent termisk orka og 38,1 prosent varandi orka, og í tilsamans 17 samdøgur var elframleiðslan yvir 80 prosent burðardygg.
Vatnorkuframleiðslan var 100 GWt, sum er undir miðal og sløk 8 prosent minni enn árið fyri. Januar, februar og desember vóru so kaldir, at vatnorkuframleiðslan ikki var møgulig vegna frostbinding og minni vatn. Harumframt var summarið 2021 turrari enn miðal. Serliga turt var í juli og august, og vatnorkuframleiðslan kom tá bert upp á ávikavist 2,4 og 4,5 prosent av streymframleiðsluni.
Framleiðslan úr vindi var 15 prosent ella 7 GWt hægri í 2021 enn 2020. Tað er serliga vindmyllulundin í Suðuroy, sum legðist afturat í 2021 og framleiddi 7,7 GWt, sum ger munin. Vindorkuframleiðslan í meginøkinum var á leið tann sama sum í 2020. Í Húsahaga var ein lítil afturgongd á 0,4 prosent, meðan Neshagi hevði framgongd á 8 prosent. Fyri Vindrøkt hilnaðist eitt vet verri í 2021, við eini afturgongd á 6,4 prosent.
Hyggja vit at Suðuroynni fyri seg, sæst, at grøna framleiðslan í Suðuroy gott og væl tvífaldaðist í 2021 - úr 5,3 GWt upp í 11,2 GWt. Hetta hóast stór afturgongd var í vatnorkuframleiðsluni, orsakað av vánaligum veðurviðurskitum til vatnorkuframleiðslu.
Vatnorkuframleiðslan í Botni minkaði sløk 21 prosent í mun til árið fyri, úr góðum 4 GWt niður í góðar 3 GWt, orsakað av, at nærum einki avfall var í fjør summar, og liggjandi kuldi og kavi tarnaðu framleiðsluni í ávikavist januar, februar og desember í fjør.
Hinvegin varð vindmyllulundin í Porkeri yvirtikin og sett í rakstur í februar 2021. Hetta fyrsta árið var merkt av royndarvirksemi og byrjanaravbjóðingum, men tó so ger úrtøkan í Porkeri stóran mun á samlaðu framleiðsluna av varandi orku. Vindorkuframleiðslan í Suðuroy var í 2021, sum áður nevnt, 7,7 GWt.
Vindfelagið væntar framgongd í framleiðsluni í 2022, tá stabiliserandi tøknin skal takast í nýtslu.
Hóast úrtøkan fyrsta árið var undir helvtina av teim væntaðu 20 GWt, sum kunna røkkast við stabiliserandi tøkni, merkist sparingin væl á Vágsverkinum. Framleiðslan við olju á Vágsverkinum minkaði við góðum 5 GWt, ella heili 17 prosentum, hóast samlaða framleiðslan í Suðuroy øktist. Sparingin í olju fyri 2021 var omanfyri 1600 tons. Vágsverkið hevur seinastu árini brúkt um 6000 tons av olju um árið.
Royndirnar við sólorku í Sumba seinastu tvey árini hava gingið væl, og sólorkuframleiðslan í Sumba øktist við 4,75 prosentum í 2021, úr sløkum 169 MWt í slakar 177 MWt, sum er beint oman fyri tað væntaða. Besti dagur var 22. mai, tá sólorkuframleiðslan náddi 1.564 kWt.
Framleiðslan á termisku verkunum í Vági og á Sundi hevur gingið væl, men góða veðrið farna summar legði stóra last á Sundsverkið. Í meginøkinum umboðaði varandi orka bert 10 prosent bæði í juli og august. Harvið var restin av streyminum gjørdur á Sundsverkinum. Hesar báðar mánaðirnar var vøksturin í nýtsluni ávikavist 8,6 og 6,8 prosent, og framleiðslan á Sundi øktist við 20 prosentum í mun til 2020. Sundsverkið framleiddi í fjør íalt 235 GWt, sum er tað mesta higartil.
Biogassverkið Førka hevur havt tað fyrsta heila árið, og tað hevur gingið væl. Framleiðslan var 6,8 GWt, sum er 1,6 prosent av samlaðu elframleiðsluni. Framleiðslan hjá Biogassverkinum lættir um, ella fortreingir, framleiðslu á Sundsverkinum, og roknað í spardari oljunýslu, svarar framleiðslan hjá Førku til umleið 1400 tons av olju.
Sostatt hava vindmyllurnar í Suðuroy og biogassverkið spart umleið 3000 tons av olju, ella tað sum svarar til ein hálvan tangabát.