Meiri grønur streymur úr donsku kontaktunum

Samstundis sum nýtslan av olju og koli fall, vaks nýtslan av biomassa og vindi í 2010.

Nýtslan av biomassa í Danmark vaks 50 prosent, og vindorkan vaks 16 prosent í 2010 í mun til árið fyri.

Sostatt tók umleggingin til eitt fossiltfrítt samfelag eitt munandi stig rætta vegin í 2010, upplýsir energinet.dk.

Stóri vøksturin í nýtsluni av biomassa (hálmi og viði) til el- og orkuhitaframleiðslu hendi samstundis, sum eitt lítið fall var í kola- og oljunýtsluni.

Tað vísir ein umhvørvisuppgerð hjá Energinet.dk.

Vindframgongd í góðum veðri

Vøksturin í nýtsluni av biomassa kemst lutvíst av øktum parti av biomassa á fleiri týðandi orkuverkum, serliga Avedøreverkinum, lutvíst umbygging av tveimum stórum orkuverksblokkum á ávikavist Fynsverkinum og Amagerverkinum.

Hóast eitt soltið vindár varð eisini munandi meiri vindorka framleidd í 2010. Í mun til 2009, sum eisini var eitt vánaligt vindár, kom í 2010 16 prosent meiri el frá vindmyllunum.

Vøksturin stavar í høvuðsheitum frá tveimum nýggjum sjómyllulundum uppá 200 MW hvør.

Horns Rev 2 vestan fyri Blávatn varð sett í rakstur á sumri 2009 og framleiddi sostatt alt 2010, meðan nýggjasta sjómyllulundin, Rødsand 2 sunnanfyri Lolland, veitti el í seinnu helvt av 2010.

Meiri grønt í kontaktunum

Fyri eitt danskt húski við eini elnýtslu upp á 4000-kilowatt-tímar um árið hevði vøksturin í partinum av varandi orku við sær, at 1375-kilowatt-tímar í 2010 komu frá varandi orku sum vindi og biomassa.

Í 2009 vóru tað 1125-kilowatt-tímar.

Vaksandi nøgdin av varandi orku bar eisini í sær, at elnýtslan hjá einum vanligum húsarhaldi gav minni CO2-útlát. Útlátið frá elnýtsluni var 1792 kg CO2 í 2010, meðan tað í 2009 var 1880 kg.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking