Meira jólaljós við minni orkunýtslu

Nýtslan minkar, tí vit nú fáa orkueffektivari ljósketur.

Vit tendra fleiri og fleiri ljós í myrku jólatíðini, men nú fellur elnýtslan til jólaljósið.

Tað vísir ið hvussu er ein kanning, sum danski stovnurin Center for Energibesparelser hevur gjørt.

Sambært henni brúka danir umleið 55 mió. kr. uppá streym til jólaljós. Hetta eru 20 % minni enn í 2008. Uppgerðin gleðir Christian Lüders, samskiftisleiðara í Center for Energibesparelser.

- Tað er í lagi at spjaða ljós í eini myrkari tíð, og henda jólamánaðin fegnast vit serliga um, at bæði framleiðarar, seljarar og brúkarar nú taka undir við at pynta til jóla við orkueffektivum ljósi, sigur hann við heimasíðuna hjá stovninum.

Stórur munur á ljósketum

Elnýtslan fellur, tí vit í støðugt størri mun keypa orkueffektivar ljósketur við ljósdiodum ístaðin fyri jólaljós við gløðiperum.

Tað er stórur munur á elnýtsluni hjá ljósketunum. Miðal elnýtslan hjá eini ljósketu er umleið 10 watt.

Nýggjar ljósketur hava vanliga eina elnýtslu uppá 2,5-5 watt. Tær mest effektivu keturnar við ljósdiodum brúka umleið 1 watt. Samstundis halda ljósdiodurnar fleiri ferðir longri enn gløðiperur.

Ein ljósketa uppá 10 watt brúkar 5 kWh (streym fyri 7,55 kr.) í desember, um hon er tendrað dagliga frá kl. 15 til 09.

Soleiðis fært tú góð og orkurøtt jólaljós

  • Far eftir lágum watt-tali
    Ikki allir framleiðarar upplýsa, um ljósketur brúka gløðiperur ella ljósdiodur. Hygg tí eftir ljósketum við lágum watt-tali. Tess lægri watt-nýtslu, tess minni streym brúkar ketan.
  • Brúka tendra-sløkk ur
    Við einum tendra-sløkk-uri tendra jólaljósini av sær sjálvum, tá tú vilt hava tað. Tað gevur minni arbeiði og forðar fyri óneyðugari elnýtslu.
  • Bið um at síggja ketuna við ljósi í
    Hevur tú serlig ynski um ljóslit og -styrki, bið so um at sleppa at síggja ljósketuna tendraða, áðrenn tú keypir.

Vilt tú hava meira at vita um jólaljós, far so inn á heimasíðuna hjá Center for Energibesparelser sparel.dk


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking