Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum hevur seinastu tvey árini arbeitt við eini verkætlan, sum hevur havt til endamáls at kortleggja sjóvarfalsorkuna á landgrunninum.
Í hesum sambandi eru mátingar gjørdar í Skopunarfirði, Leirvíksfirði og í Suðuroyarfirði.
Hetta arbeiði er nú mestsum liðugt, og í næstum verða úrslitini løgd fram, skrivar Knud Simonsen, havfrøðingur, ið hevur staðið á odda fyri arbeiðnum, á heimasíðuni hjá Náttúruvísindadeildini.
El-orku úr sjóvarfalsrákinum
Eitt av endamálunum við streymmátingunum er at fáa staðfest møguleikarnar fyri at vinna elektriskan streym burturúr sjóvarfalsrákinum.
Streymmátari á dekkinum á Brimli.
Sambært eini bretskari kanning loysir tað seg fíggjarliga at gera streymorkuverk, um broddurin í miðalhørðum streymi er harðari enn 5 knob.
Mátingarnar hjá Knud Simonsen, saman við teldusimuleringum av sjóvarfallinum, vísa, at týðandi orkunøgdir eru í sjóvarfallinum. M.a. varð harðasta rákið millum Trøllhøvda og Hestoynna umleið 6.5 knob og í Suðuroyarfirði harðari enn 7 míl.
Stór framstig gjørd
Menningin av turbinum til at vinna elektriskan streym úr sjóvarfalsrákinum hevur rættiliga tikið dik á seg seinastu árini, og stór framstig eru hend síðani ætlanirnar um orkuverk í Vestmannasundi vóru á breddanum í 1980-árunum. Tá varð ein streymmáting gjørd mitt í sundinum miðskeiðis millum Fútaklett og Oyrargjógv.
AK 1000 streymmyllan hjá Atlantic Resources Corportaion, sum varð sett út við Orknoyggjarnar í fjør.
Fleiri staðni úti í heimi verður arbeitt við stórum sjóvarfalsverkætlanum. Indiska landspartastjórnin í Gujarat hevur júst gjørt sáttmála um eina 50 MW stóra sjóvarfalsstreymorkupark, sum skal vera veitingarklár í 2013.
Ein líknandi ætlan út fyri Orknoyggjunum, sum Atlantis Resources Corporation stendur fyri, er somuleiðis komin væl áleiðis. Fyribils er ein 1 MW streymturbina sett út har. Tað verða myllur av hesum slagnum, ið skulu setast út í India saman við 500 kW turbinum, ið navnframa fyritøkan Rolls Royce mennir.
Granskingarráðið og SEV stuðla
Verkætlanin hjá Náttúruvísindadeildini verður stuðlað fíggjarliga av Granskingarráðnum og SEV. Fiskiveiðieftirlitið hevur somuleiðis stuðlað átakinum við at skip teirra hava sett streymmátararnar út og tikið teir upp aftur.
Nú verður so í spenningini bíðað eftir úrslitinum.