Ein 100 km langur sjókaðal fer um trý ár at knýta Malta í elnetið á evropeiska meginlandinum. Nýggi 220 kV kaðalin fer at tryggja eina orkuveiting uppá í minsta lagi 200 MW báðar vegir.
1,4 miljardir
Franska felagið Nexans, ið hevur deildir um allan heimin, hevur gjørt sáttmála við almenna orkufelagið á Malta, Enemalta Corporation, um at gera arbeiðið fyri 178 miljónir evrur (umleið 1,4 miljardir norskar krónur), skrivar Nexans í tíðindaskrivi.
– Hesin sáttmálin við Enemalta um kaðal millum Malta og Sicilia váttar støðu okkara sum mest týðandi samstarvspartnari, tá ið ræður um slíkar verkætlanir, segði Yvon Raak, Senior Corporate Executive Vice President í Nexans, tá hann undirskrivaði sáttmálan á Malta í gjár.
Fullfíggjað loysn
Nexans skal sniðskapa, framleiða og leggja nýggja háspenta AC-sjókaðalin (Alternating Current) millum Malta og Sicilia umframt at syrgja fyri at verja havbotnin. Sáttmálin umfatar harumframt eina transformatorstøð á Malta.
- Eitt, sum hjálpti okkum nógv í kappingini um at fáa arbeiðið, var førleiki okkara at veita eina fullfíggjaða loysn - ikki bert viðvíkjandi kaðalinum, men viðvíkjandi øllum tekniskum síðum av verkætlanini, sigur Yvon Raak.
Kaðalin skal takast í brúk í 2013. Sjókaðalin verður lagdur úr Qalet Marku á Malta til strondina Marina di Ragusa á Sicilia, haðani ein 25 km jørðkaðal fullførir íbindingina í orkustøðina í Ragusa.