Málsviðgerðin hjá Vinnukærunevndini er nú liðug

Málsviðgerðin hjá Vinnukærunevndini er nú liðug
Málsviðgerðin hjá Vinnukærunevndini av avgerðini hjá Jarðfeingi, um at geva SEV loyvi til at framleiða vindorku í Húsahaga, er nú liðug.

Vinnukærunevndin hevur nú avgjørt at sýta umbønini frá Sp/f Vindrøkt um uppafturtøku, tí grundarlag ikki er fyri at taka málið upp aftur til nýggja viðgerð.
Avgerðin hjá Vinnukærunevndini frá 27. mai 2013, har avgerðin hjá Jarðfeingi um at geva SEV framleiðsluloyvi til eina 11,7 MW vindmyllulund í Húsahaga, er staðfest.
Arbeitt verður av øllum alvi at fremja verkætlanina skjótast gjørligt.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking