20.000 íslendingar skrivaðu undir áheitanina, sum heimskenda íslendska sangarinnan Bjørk handaði íslendsku stjórnini um dagarnar, við kravi um at keypa orkufelagið HS Orku aftur frá kanadiska felagnum Magma Energy.
Norska Eva Joly, sum í løtuni situr í Evroparáðnum fyri grønu floksfylkingina Europe Écologie, sigur seg somuleiðis stuðla Bjørk og átaki hennara ímóti søluni av íslendska orkufelagnum.
Hon sigur, at hevði hon verið ákærumyndugleiki í Íslandi, hevði hon alt fyri eitt farið undir at kanna hetta málið.
Varir ikki í allar ævir
Bjørk hevur heldur ikki eirt Magma Energy, ið hevur hótt kanadiska tíðarritið Maclean's Magazine við álvarsomum avleiðingum, um tað prentar eina grein, har sangarinnan skuldsetir eigararnar av felagnum fyri at hava brotið mannarættindini í Suður-Afrika.
Bjørk sjálv heldur, at stjórin og stóreigarin í Magma (45 prosent av partabrøvunum), Ross Beaty, kennir seg mest hóttan av, at hon sigur, at geotermiska orkan ikki varir í allar ævir.
– Hann hevur sagt, at geotermiska orkan varir í túsund ár. Hetta er ikki rætt. Hon varir í mesta lagi í hálvthundrað ár. Geotermisk orkuverk virka eins og nám, ið tú borar, og so er ein avmarkað nøgd har niðri. Tá núverandi 65 ára sáttmálin hjá Magma er úti, er holið tómt, sigur Bjørk við blaðið Reykjavik Grapevine.
Skilur ikki øsingina
Magma Energy heldur fast um, at keypið er løgfrøðiliga bindandi.
– Eg skilji als ikki, hví so nógv øsing er um hetta í Íslandi. Vil Ísland heldur hava, at eitt bulgarskt ella pólskt felag skal eiga hetta felagið ístaðin fyri eitt kanadiskt felag við góðum umdømi? spyr Ross Beaty í einum svari til Reykjavik Grapevine.
Hann finst harðliga at Bjørk og vísir á, at HS Orka longu var í hondunum á útlendskum kreditorum, tá Magma keypti tað. Beaty vísir somuleiðis á, at Ísland ætlar at geva útlendskum feløgum rættindi til at bora eftir olju og gassi, og spyr, hvat munurin er á hesum og geotermiska orkutilfeinginum.
– Vit í Magma ætla at menna eitt vakurt, grønt orkufelag við eini kjarnu, ið fevnir um nærlagdar verkfrøðingar og teknikarar úr Íslandi, og sum frálíður gerast ein sunn og siðilig vinnulívsfyritøka í Íslandi, skrivar hann.
Økja til 405 MW
HS Orka hevur eina skuld upp á umleið eina miljard krónur í løtuni, og sambært Beaty fer Magma ikki at hava stórvegis vinning av felagnum næstu mongu árini. Beaty sigur, at ætlanin er at økja kapasitetin hjá HS Orku úr 175 megawattum (MW) til 405 MW, og at hetta fer at útvega arbeiði til hundraðtals íslendingar.