Gølurakta danska vindorkufelagið Greentech Energy við høvuðssæti í Keypmannahavn hevur skift stjóra sín út.
Italski ríkmaðurin, Sigieri Diaz della Vittoria Pallavicini, ið sum høvuðspartaeigari í oktober fekk koyrt stýrið í vindorkufelagnum frá, yvirtekur stjórasessin í Greentech Energy.
Hetta ber í sær, at núverandi stjórin, Kaj Larsen, leggur frá sær alt fyri eitt. Samstundis verður Eugenio De Blasio settur sum varastjóri, skriva donsk bløð.
Undir illgruna fyri mafiavirksemi
Fyrr í dag kom fram í dagblaðnum Børsen, at italska antimafialøgreglan hevur lagt hald á 15 prosent av vindmylluparkini Minerva Messina hjá Greentech á Sicilia. Mafialøgreglan fer nú at royna at útvega prógv fyri, at mafiamistonkti handilsmaðurin Vito Nicashi stendur á odda fyri allari sciliansku vindmylluparkini hjá Greentech og at hald tí skal leggjast á hana.
Greentech Energy Systems arbeiðir av øllum alvi fyri at verja ognir sínar. Í hesum sambandi hevur felagið leitað sær hjálp hjá altjóða og italskum ráðgevarum. Eisini hevur felagið samband við italsku myndugleikarnar til tess at fáa loyst trupulleikarnar, upplýsir nýggi stjórin í einum tíðindaskrivi.
- Vit arbeiða av øllum alvi fyri at fáa loyst núverandi avbjóðingar, og vit ivast ikki í, at Greentech gongur eini bjartari framtíð á møti, og at felagið verður millum fremstu fyritøkur innan varandi orku í Evropa, sigur Sigieri Diaz della Vittoria Pallavicini.