Yvirfriðingarnevndin hevur nú givið SEV endaligt loyvi at fara í holt við norðara part av Eiði 2.
SEV fekk longu í 1989 loyvi til norðara part av tunnilsgerðini, sum Eiði 2 fevnir um, men Elfelagið hevur bíðað eftir einum loyvi at gera eitt arbeiðspláss til tunnilsgerðina beint sunnan fyri munnan á Norðskálatunlinum vestarumegin á Eysturoynni.
Yvirfriðingarnevndin hevur nú samtykt at loyva SEV at gera arbeiðsplássið, og tískil kann Elfelagið halda fram við einum parti av vatnorkuútbyggingini í Eytsuroynni, sum herfyri annars sá út til at vera fyribils steðgað, tí ov fáar árinskanningar vóru gjørdar av verkætlanini, og loyvi harvið vantaðu.
Norðari partur av Eiði 2 fevnir um at leingja tunnilin, sum gongur úr Eiðisvatni suður til Svínáir. Tunnilisstrekkið er 6,2 kilometrar, og tað skal leingjast 2,3 kilometrar upp í 8,7 kilometrar. Tunnilin endar sostatt í fyrstu atløgu ein hálvan kilometur sunnan fyri munnan á Norðskálatunlinum. Haðani er ætlanin at bora níggju kilometrar afturat suðureftir, um Yvirfriðingarnevndin gevur loyvi til tað, tá árinskanningarnar eru gjørdar.
Hesin parturin av Eiði 2 verður mettur at kosta umleið 45 milliónir krónur. SEV var óvitandi um avgerðina hjá Yvirfriðingarnevndini, tá umboðsnevndarfundurin var hildin 28. november í ár, og tí var spurningurin um fígging ikki á skránni á fundinum. Stýrið fyri SEV fer at biðja umboðsnevndina um fígging á komandi umboðsnevndarfundi, sum skal haldast í seinasta lagi 30. apríl 2007. Umboðsnevndin hevur áður samtykt at fara undir arbeiðið.
SEV-umsitingin fer nú at fyrireika verkætlanina og m.a. at taka upp samráðingar við tey, sum eiga hagarnar, har tunnilin skal borast. Arbeiðið fer væntandi í gongd næsta heyst.
Eiðisverkið framleiðir umleið 40 milliónir kilowatt-tímar árliga burtur úr vatninum, sum verður leitt gjøgnum tunlarnar í Eiðisvatn. Tá norðari partur av Eiði 2 er liðugur verður mett, at framleiðslan á Eiðisverkinum økist 10 prosent - úr 40 milliónum kilowatt-tímum upp í góðar 44 milliónir kilowatt-tímar um árið.