Løgreglan gevst við mafiakanningum ímóti donskum vindmyllufelag

Danska vindmyllufelagið Greentech hevur aftur fingið fullan ræðisrætt yvir siciliansku vindmylluparkini Minerva Messina, eftir at italska løgreglan hevur givið skarvin yvir at prógva mafiasamband.

Útivið eitt árs óvissa er nú loksins av hjá danska vindorkufelagnum Greentech.

Felagið átti saman við italska mennaranum Vito Nicastri vindmylluparkina Minerva Messina á Sicilia, men í september í fjør legði italska mafialøgreglan hald á eina partabrævaogn upp á 15 prosent av italsku vindmylluparkini, sum Vito Nicastri júst hevði selt til Greentech, skrivar Børsen.

Italska løgreglan hevði Vito Nicastri undir illgruna fyri at vera høgra hond hjá leiðaranum av Cosa Nostra, Metteo Messina Denaro, sum fór undir heilt í 1993.

Ongi prógv

Undir húsarannsókn hjá Vito Nicastri fann løgreglan millum annað eitt kekkhefti til eina kontu, sum Greentech hevði stovnað til italska dóttirfelag sítt. Løgreglan tók hetta sum prógv fyri, at Vito Nicastri í roynd og veru kundi ráða yvir pengunum hjá Greentech. Hevði løgreglan kunnað prógvað hetta, hevði hon kunnað lagt hald á alla vindmylluparkina. Men hesum hevur hon nú slept.

- Hetta eru vit fegin um, hóast vit allatíðina hava roknað við hesum. Málið hevur ikki havt stórvegis rakstrarligan týdning fyri felagið, men hevur tó órógvað virksemið og umdømið hjá felagnum, sigur nevndarformaðurin í Greentech, Peter Høstgaard-Jensen, við Børsen.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking