SEV hevur í hálvtannað ár miðvíst arbeitt eftir einari ætlan at seta upp almennar skjótløðistøðir kring landið, og hendan verkætlanin nærkast nú endanum.
Ein løðistøð er tikin í nýtslu í Runavík, og í næstum verða tvær løðistøðir, sum eru settar upp á Flogvøllinum, bundnar í elnetið. Seinasta løðistøðin sambært hesi ætlanini skal setast upp í Sandoynni.
Fyrsta skjótløðistøðin var sett upp í Klaksvík stutt undan jólum í 2015, og síðani eru løðistøðir settar upp við Streymin, á Tvøroyri, í Havn og í Vestmanna.
Talan er um sonevndar Quick Charge løðistøðir, sum løða elbilin upp á 80 prosent eftir 20 minuttum, og tað er munandi skjótari, enn eldru løðistøðirnar vóru førar fyri.
Tá fyrsta Quick Charge løðistøðin var sett upp í Klaksvík, var í roynd og veru talan um eitt týðandi stig á grønu kósini, tí tað var fyrstu ferð, møguligt var at fara t.d. úr Havn við elbili til Klaksvíkar, har bilurin kundi løðast eftir stuttari tíð á almennum staði fyri at koyra úr Klaksvík aftur.
SEV metir løðistøðirnar vera ein týðandi lið í tilgongdini at elektrifisera Føroyar á grønu kósini frameftir, sum hevur til endamáls, at í 2030 skal øll orka á landi koma frá elorku, sum stavar frá varandi orkukeldum – vatni, vindi, sjóvarfalli og sólorku.
Yvirlit yvir løðistøðirnar í Føroyum finst á Kortal.fo við at velja “Grøn orka” á breddanum til høgru og síðani trýsta á “Løðistøðir til elbilar”. Eisini ber til at kunna seg um løðistøðir í Føroyum á heimasíðuni Uppladdning.nu og síðani velja Føroyar á landakortinum á síðuni. Sí leinkini niðanfyri.