- Fyrsta skjóttløðandi løðistøðin til elbilar skumpar okkum eitt fet nærri elektrifiseringini, har elbilar á føroysku vegunum komandi árini verða ein týðandi partur av tilgongdini at gera Føroyar grønar, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Elfelagið hevur sett ta fyrstu skjóttløðandi løðistøðina upp í Klaksvík, og sostatt er tað nú møguligt at fara t.d. úr Havn við elbili til Klaksvíkar, har bilurin kann løðast eftir stuttari tíð fyri at koyra aftur til Havnar ella aðrar vegir.
Løðistøðin er ein sonevnd Quick Charge, sum løðir elbilin upp á 80 prosent eftir 20 minuttum, og tað er munandi skjótari, enn eldru løðistøðirnar vóru førar fyri.
Stjórin í SEV fegnast um samstarvið við Klaksvíkar kommunu, sum hevur gingið sera væl.
- Vit sendu eitt skriv, og eftir einari viku høvdu vit avtalu við kommununa um, hvar løðistøðin skuldi setast upp, sigur Hákun Djurhuus.
Hann vísir á alstóra týdningin, at vit lyfta í felag og fáa sett ítøkiligar varðar á grønu leiðini frameftir, soleiðis at fólk í roynd og veru síggja elektrifiseringina breiða seg um landið.
- Virkni leikluturin, sum landsstýrið hevur átikið sær, tá talan er um grøna orku, og løðistøðin í Klaksvík, har kommunan sjálv í sama viðfangi eisini hevur útvegað sær tveir elbilar, eru dømi um slíkar varðar á leiðini, staðfestur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Elfelagið ætlar at seta næstu løðistøðina upp í miðbýnum í Havn. Síðani er í fyrstu atløgu ætlanina at seta støðir upp á Flogvøllinum, í Eysturoynni, í Sandoynni og í Suðuroy.
SEV metir løðistøðirnar vera ein týðandi liður í tilgongdini at elektrifisera Føroyar á grønu kósini frameftir, sum hevur til endamáls at gera Føroyar óheftar av olju. Ætlanin er, at í 2030 skal øll orka á landi koma frá elorku, sum stavar frá varandi orkukeldum – vatni, vindi, sjóvarfalli og sólorku.