Ljósmastrar settar upp framvið Ánavegnum

Ljós verður fyrsta dagin sett til nýggju ljósmastrarnar, ið eru settar upp úr Klaksvík og norður í Ánirnar.

Fyrsta dagin verður ljós sett til nýggju ljósmastrarnar, ið Klaksvíkar kommuna og Landsverk hava sett upp framvið Ánavegnum, skrivar Norðlýsið á heimasíðuni.

Norðhavnin í Ánunum hevur økt munandi um ferðsluna til og frá havnini.

Eisini verður hetta strekkið nógv nýtt av rennarum og teimum, ið dáma at ganga sær ein longri túr í vøkrum umhvørvi.

Ferðslutrygdarátak

Kommunan og Landsverk hava tí, við ferðslutrygdini í huga, gjørt av at seta ljósmastrarnar upp.

 

Tá ið hetta kervið er farið at virka, eru ljósmastrar allan vegin úr Klaksvík og norður í Ánirnar, skrivar Norðlýsið.

 
 


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking