Leygardagin 13. august verður Ljósfestin í Vági hátíðarhildin. Ljósfestin er ein áminning um, at ljós kom yvir landið í 1921, tá ið Føroya fyrsta elverk varð tikið í nýtslu í Botni.
Eins í fjør verður nógv ymiskt á skránni, eitt nú Barnatiltak og tónleikakonsert. Eisini verður savnið í Botni opið frá kl. 14-17. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Skráin fyri Ljósfestina er tøk á heimasíðuni hjá Vágs Kommunu.