Ein tunna av rávøru til avskipingar í apríl rakti í morgun ein prís upp á 106,39 dollarar á rávørukeypskálanum í New York. Hetta er hægsti prísurin síðani 29. september 2008.
Tað skrivar Bloomberg News.
Ófriður og spekulatión
Orsøkin er ófriðurin í Norðurafrika og Miðeystri, har libysk uppreistrarfólk stríðast við at fáa Muammar Gaddafi forseta frá. Hetta hevur samstundis fingið spekulantar á vøllin, siga søluumboð.
- Øll vænta, at bardagarnir fara at halda fram og kanska breiða seg til onnur arabisk lond. Nógvir pengar, serliga spekulivatir pengar, eru komnir inn á oljumarknaðin. Meiri peningur kann vera á veg inn á marknaðinum, hendir ikki okkurt, ið kølir marknaðin, sigur Ken Hasegawa frá Newedge sambært Bloomberg News.