Libya gevur fall í oljuprísunum

Tíðindini úr Libya bera í sær prísfall á oljumarknaðunum.

Tíðindini úr Libya ávirka nú oljuprísirnar á heimsmarknaðinum.

Oljan er fallin við meira enn 14 krónum til 508 krónur (105,88 dollararar) fyri tunnuna av Norðsjóvarolju á keypskálunum í Asia.

Í New York fullu oljuprísirnir fýra krónur á keypskálunum har í morgun.

- Hetta eru størstu tíðindini á marknaðinum, sigur Victor Shum, oljugreinari í Singapore, við AFP-tíðindastovuna.

Stórur oljuútflytari

Libya framleiðir vanliga umleið hálvaaðru miljón tunnur av olju um dagin. Harvið hevur landið verið 12. størsti oljuútflytarin í heiminum. Landið útflytir meginpartin av olju síni til Evropa.

Men síðani uppreisturin byrjaði í februar er framleiðslan mestsum steðgað, og tað hevur havt við sær, at oljuprísirnir eru farnir upp í loft.

- Libyska oljuframleiðslan verður nú tikin upp aftur, og tað fer at trýsta prísirnar niður, væntar Shum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking