Vit sóknast eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum fólki í varaøkisleiðarastarv til at leiða part av starvsfólkahópi okkara, sum røkir og mennir føroyska elnetið
Um Rakstrardeildina
Rakstrardeildin umsitur elnetið í Føroyum, og hevur um hendi nýgerð, eftirlit og viðlíkahald av trafostøðunum, linju- og kaðalnetinum um landið, umframt montering av transformarastøðum og koblingarstøðum, og uppmerking og skráseting av leiðingum.
Á Rakstrardeildini starvast 27 fólk. Hesi eru m.a. montørar, elektrikarar og elinnleggjarar. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar, og arbeiðsstaðurin er alt landið.
Uppgávur
Uppgávurnar hjá varaøkisleiðaranum eru sera fjølbroyttar. Sum arbeiðsleiðari fyrireikar, samskipar og gongur tú á odda fyri verkætlanum, stórum sum smáum. At samskipa eftirlit av linjum, el-skápum og transformarastøðum verður eisini ein partur av starvsøkinum. Roknast kann við, at neyðugt er at arbeiða skeivar tíðir av og á.
Neyðugt er, at tú er fyrikomandi og dugir væl at samskifta við starvsfólk, veitarar, kommunur og landsmyndugleikar.
Tú
Vit vænta, at
Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir innan háspenningsøkið, Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva.
Tú ert fyrikomandi, nærløgd/lagdur og arbeiðir sjálvstøðugt. Vit vænta eisini, at tú hevur góðar telduførleikar og lætt við at seta teg inn í nýggj forrit. Eisini er neyðugt at hava koyrikort til persónbil.
SEV
Tú fært sjálvsagt neyðugu upplæringina í uppgávunum, sum tú fært um hendi.
Harumframt bjóða vit tær:
Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið, lønarflokkur 8 serfrøðingur II.
Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Mads á Heyggi, økisleiðara á rakstrardeildini, á telefon 225530. Umsóknarfreistin er mánadagin 11. apríl 2022. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda við telduposti til:
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 175 ársverk eru í starvi í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.