Leyst starv: Økisleiðari til Rakstrardeildina

Leyst starv: Økisleiðari til Rakstrardeildina

Vit sóknast eftir virkisfýsnum leiðara at røkja elnetið í miðstaðarøkinum. 

  

Starvið

Útbyggingarnar í samfelagnum og grøna orkuskiftið seta stór krøv til eitt vælútbygt, dagført og trygt elnet.

Rakstrardeildin hevur um hendi nýgerð og viðlíkahald av trafostøðunum, umframt linju- og kaðalnetinum um landið.

 

Tú fært ábyrgd av 27 dugnaligum og royndum starvsfólkum við ymiskum fakligum førleikum. Fakbólkarnir á Rakstrardeildini eru montørar, elektrikarar og elinstallatørar. Økisleiðarin hevur skrivstovu á Havnarverkinum í Tórshavn.

Arbeiðsuppgávurnar hjá starvsfólkahópinum á Rakstrardeildini eru sera fjølbroyttar. Ein umráðandi partur av uppgávuni hjá økisleiðaranum er at kenna til uppgávurnar, fyrireika, samskipa og ganga á odda fyri verkætlanum, stórum sum smáum, og býta tær á ein hátt, har øll starvsfólkini verða og kenna seg tikin við upp  á ráð.

At samskipa eftirlit av linjum, elskápum og transformarastøðum verður eisini ein partur av starvsøkinum.

Neyðugt er, at økisleiðarin er fyrikomandi, og dugir væl at samskifta við starvsfólk, veitarar, kommunur og landsmyndugleikar.

Ein hin týdningarmiklasta uppgávan hjá leiðaranum er at virka fyri góðum trivnaði hjá starvsfólkunum, og fyri at tey kenna seg gagnnýta sínar førleikar væl.

Vit vænta, at økisleiðarin er tøkur, eisini eftir vanliga arbeiðstíð, um tørvur er á tí.

Persónligir eginleikar

Vit vænta, at tú ert

  • Arbeiðssom/samur, ágrýtin og ábyrgdarfull/ur,
  • Sjálvstøðug/ur
  • Dugir at skapa gott arbeiðsumhvørvi
  • Semjusøkjandi
  • Leiðarin skal megna væl at arbeiða yvirskipað, men eisini er neyðugt at duga at sparra um fakliga partin
  • Jaligt lyndi
  • Dugir at lurta – ert áhugaður í sjónarhornunum hjá starvsfólkunum
  • Torir at taka avgerðir, uttan at brenna brýr – eisini tá harðast leikar á

 

Fakligir  førleikar

Umráðandi er, at tú hevur eltekniska útbúgving so sum elinnleggjaraútbúgving.

Hevur tú ikki leiðararoyndir at vísa á, er umráðandi, at tú ert fús/ur at fáa leiðaramenning/útbúgving.

Vit vænta, at tú hevur góðar telduførleikar, og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir. Harumframt krevst vitan um lógarásettu krøvini, ið verða sett til økið. Eisini er neyðugt at hava koyrikort til persónbil.

 

SEV

Tú fært upplæring í øllum viðkomandi skipanum í tøttum samstarvi við starvsfelagarnar. SEV bjóðar eisini:

  • fjøltáttaðan arbeiðsdag, sum tú sjálv/ur hevur møguleika at skipa
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

Løn

Økisleiðarin í Miðstaðarøkinum er løntur í lønarflokki 35 eftir lønartalvuni hjá Tænastumannafelagnum, tó uttan at vera tænastumaður.

 

Umsóknin

Um tú ert áhugað/ur í starvinum og hevur eitthvørt at spyrja um, ert tú vælkomin at venda tær til Jón Nielsen, deildarstjóra fyri netpartinum, á telefon 210464. Umsóknarfreistin er 16. mai. 2022. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda umvegis teldupost til:  starv@sev.fo, viðmerk: Økisleiðari Miðstaðarøkið.

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym allan sólarringin. 165 ársverk eru í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er ein fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking