Vit sóknast eftir montørum til at vera við til at tryggja elnetið í Føroyum.
Á Rakstrardeildini starvast í løtuni 26 fólk, sum hava drúgvar royndir innan lág- og háspenningsøkið. Rakstrardeildin røkir uppgávur um allar Føroyar, og tí arbeiða starvsfólkini á deildini runt alt landið.
Starvið
Talan er um sera fjølbroyttar arbeiðsuppgávur sum t.d. nýgerð og viðlíkahald av há- og lágspenningsnetinum. Alt landið er arbeiðsstaður tín, og tí kann talan verða um skiftandi arbeiðstíðir og nakað av ferðing.
Tú
Vit ímynda okkum, at tú hevur fjølbroyttar og viðkomandi arbeiðsroyndir. Tú aftrar teg ikki við at fara undir nýggjar avbjóðingar, tú ræðist ikki hæddir, og tú trívist við at arbeiða úti í frískari luft. Vit vænta somuleiðis, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil og ert væl fyri kropsliga.
SEV
Vit bjóða tær:
Løn
Lønin er sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Jákupi Martin á Válinum, økisleiðara, á telefon 34 68 00. Umsóknarfreistin er 25. september 2022.
Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:
Elfelagið SEV
Postrúm 319
FO-110 Tórshavn
Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari
T-postur: starv@sev.fo
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 ársverk eru í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.