- Latið Sandá renna ótarnað um summarið

Ætlanin hjá SEV at víðka Eiði 2 Suður-verkætlanina til eisini at fevna um áirnar á Selatrað, fær ikki undirtøku frá bygdarfólkinum. Skótadepilin letur hinvegin upp fyri eini neyðsemju.

- Áirnar hava sera stóran týdning fyri virksemi okkara her alt árið runt. Tí er umráðandi, at tær ikki verða turrlagdar. Hinvegin stuðla vit útbyggingum, ið hava til endamáls at fáa meiri varandi orku til vega, so vit kunnu gerast minni heft av olju. Vit mæla tí bygdarráðnum til, sum eina neyðloysn, at seta sum treyt fyri einum møguligum byggiloyvi til SEV, at ið hvussu er Sandá sleppur at renna ótarnað um summarið.

Hetta segði Magni Laksáfoss, formaður fyri KFUM-skótunum, ið reka Skótadepilin á Selatrað, á borgarafundi, sum Sjóvar kommuna skipaði fyri á Selatrað í gjárkvøldið um ætlanina hjá SEV at víðka Eiði 2 Suður-verkætlanina til eisini at fevna um tær fýra áirnar, ið eftir eru á Selatrað, millum Blásenda og Gjógvará.

Sambært SEV hevði hetta økt um vatntilgongdina til Eiðisverkið við 4,4 GWh aftrat teimum 16,2 GWh, sum verkætlanin tryggjar frammanundan - og tað fyri ein lutfalsliga bíligan kostnað.

Teir 4,4 gigawatt-tímarnir svara til árligu vatnorkuframleiðsluna hjá SEV á Strond á Borðoynni ella eitt sindur minni enn vatnorkuframleiðsluna í Botni í Suðuroy.

Fundarhøllin á Skótadeplinum var fullsett av bygdar- og avbygdafólki.

Fjølmentur fundur

Eini 70 fólk, fastbúgvandi og avbygdafólk, vóru á borgarafundinum, sum hevði til endamáls at kunna borgararnar um ætlanina og málsviðgerðina higartil.

Talan var um ein siðiligan og sakligan fund, men kortini læt bygdarfólkið ongan iva vera um, at tey vóru ímóti ætlanini, tí tey óttaðust fyri, at hon fer at tøma tær seinastu áirnar í bygdini og beina fyri tí lívfrøðiliga margfeldni, ið er tengt at áunum, eitt nú sílum og makkapirrum.

Bæði ung og eldri vóru millum fundarluttakararnar.

Hetta fer m.a. at hava við sær, at bygdin ikki longur verður eitt lokkandi ferðamál hjá bæði føroyingum og útlendingum, varð m.a. ført fram.

- Vit taka sjálvandi undir við meiri varandi orku, men Selatrað hevur longu sum er latið ivaleysa nógvar áir til hetta endamál, vóru selatraðfólk samd um.

Á fundinum handaði Max Weihe sum umboð fyri bygdina borgarstjóranum í Sjóvar kommunu, Arthur Johansen, eina áheitan við undirskriftum frá øllum teimum umleið 30 húskjunum í bygdini um ikki at ganga umsóknini frá SEV um byggiloyvi á møti.

Borgarstjórin í Sjóvar kommunu (við bakinum til) fær handað áheitan frá borgarunum á Selatrað um ikki at geva SEV byggiloyvi til ætlanir sínar í bygdini.

Áirnar ikki turrlagdar

Tað, sum tyktist harma fundarfólkið mest, var at missa Sandá, sum rennur oman ígjøgnum bygdina og sum tí hevur serliga stóran tokka millum bygdarfólkið og tey vitjandi.

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, vísti aftur, at ætlanin hjá felagnum fer at beina fyri ánni og lívinum har, tí umleið helvtin av vatninum verður eftir í ánni.

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, greiðir frá.

Inntøkini til vatnsavningartunnilin fara heldur ikki at síggjast frá bygdini, tí tey verða gjørd í 230 metra hædd.

Um neyðsemjuuppskotið hjá skótunum um at lata Sandá renna ótarnað um summarið, segði hann, at hetta var ein møguleiki, men at neyðugt er at gera nakrar útrokningar, áðrenn støða kann takast til hetta.

Liður í veðurlagspolitikkinum

SEV-stjórin segði, at ætlanin at víðka Eiði 2 Suður-verkætlanina til eisini at fevna um áirnar á Selatrað er liður í royndunum hjá SEV at røkka málinum í veðurlagspolitikki Føroya. Sambært hesum politikki, sum løgtingið einmælt hevur samtykt, skulu 75 % av elframleiðsluni í 2020 koma frá varandi orkukeldum.

Kvinnurnar vóru væl mannaðar á fundinum.

Eiði 2 Suður-verkætlanin og ætlaða víðkanin fara at økja vatnorkuframleiðsluna á Eiðisverkinum úr 43 GWh til stívliga 60 GWh. Tað svarar til ein vøkstur í árligu vatnorkuframleiðsluni upp á eini 6 % - úr 35 upp í 41 %. Saman við verandi 5 % av vindorku koma vit sostatt upp á 46 % av varandi orku.

Kostnaðurin av víðkanini á Selatrað er mettur til millum 15 og 20 mió. kr., meðan tann parturin, sum nú er í gerð millum Skálá við Norðskála og Blásenda á Selatrað, kostar 220 mió. kr. Tá er triðja turbinan á Eiðisverkinum íroknað.

Menninir hildu seg heldur ikki aftur. 

Hákun Djurhuus staðfesti, at meðan ársframleiðslan hjá SEV í løtuni er 280 GWh, verður hon við einum vøkstri upp á 3 % um árið, 365 GWh í 2020.

- Skulu 75 % av framleiðsluni tá koma frá varandi orkukeldum, er neyðugt við munandi útbyggingum bæði innan vatn- og vindorku, tí vit hava ikki sum er aðrar orkukeldur at dúva uppá, slerdi hann fast.

Avgerð tikin í næstum

Poul Jákup Poulsen, formaður í bygginevndini hjá Sjóvar kommunu og orðstýrari á borgarafundinum í gjárkvøldið, segði, at eitt møguligt byggiloyvi frá kommununi fyrst og fremst eigur at vera treytað av, at drekkivatnið á Selatrað verður tryggjað, og at vatnnøgdin í Sandá ongantíð verður minni enn at síl kunnu liva í henni.

Somuleiðis eigur smoltstøðin, um hon letur upp aftur, altíð at kunna fáa eina nøktandi nøgd av vatni.

Poul Jákup Poulsen var orðstýrari á fundinum, og hesi uppgávuni kom hann væl frá.

Poul Jákup Poulsen segði við fundarlok, at byggginevndin nú fer at viðgera málið nærri og tosa við SEV um møguligar treytir, áðrenn endalig støða verður tikin í málinum. Nær tað verður, visti hann ikki, men tað verður so ikki á næsta bygdarráðsfundi, sum verður um 14 dagar, men tá málið er búgvið til tess, sum hann tók til.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking