Landstreymur aftur á breddan

Landstreymur aftur á breddan
Tíðin er komin, at ein varandi loysn verður funnin og endalig avgerð tikin viðvíkjandi landsstreymi. Fyri at kunna nærkast hesum, verður skipað fyri evnisdegi um landsstreym seinni í summar

Spurningurin um landsstreym hevur javnan verið havdur á lofti seinastu árini av m.a. kommunum og landsmyndugleikum. Serliga er tað felagið Heimafriður, sum vísir á landsstreym sum eina  loysn upp á ljóðdálkingina, sum borgarar í fleiri kommunum klaga um.

Tó at flest øll eru samd um, at landsstreymur er vegurin fram, hevur enn eingin tikið tey stóru og ítøkiligu stigini at gera íløguna. SEV hevur onga formliga umsókn fingið um størri landsstreymsanlegg, hóast fyrispurningarnir hava verið frá kommunum eins væl og vinnukundum.

Íløgan í landsstreym til stóru skipini er stór og møtumikil fyri tær einstøku kommunurnar. Sum skilst, aftra kommunurnar seg at gera neyðugu íløguna, m.a. tí at tær meta tað vera kappingaravlagandi, tá kravið til skip um landsstreym ikki er tað sama í øllum havnum. Eisini er óvist, hvussu íløgan kann vinnast inn aftur.

Tað er okkara fatan, at kommunurnar sakna eina felags reglugerð frá landsmyndugleikunum, sum ásetir rammur og reglur, sum eru felags fyri øll.

SEV fer tí at taka stig til ein evnisdag um landsstreym. Ætlandi verður hesin í Løkshøll beint eftir summarfrítíðina.

Íbindingargjaldið

Tá talað verður um útreiðslurnar, sum eru tengdar at landsstreyminum, verður íbindingargjaldið hjá SEV  javnan nevnt sum ein av avbjóðingunum.

Ført hevur verið fram, at íbindingargjaldið er ein forðing fyri at fara undir íløguna við landsstreymi, og at SEV møguliga átti at lækkað gjaldið, fyri at lætta um hjá teimum kommunum og vinnukundum, sum standa fyri at skula gera íløgu í landsstreym.

Íbindingargjaldið er felags heiti fyri inntøkurnar, sum skulu til fyri at gjalda íløgurnar til uppseting av transformarastøðum og kaðallegging. Íbindingargjaldið er ikki eitt avgjald, men ein verulig útreiðsla, sum skal til, fyri at útbyggja netið hjá SEV í sambandi við alt millumspennings- og lágspenningsnetið.

Ein lækking av íbindingargjaldinum fyri at lætta um hjá einstøkum kommunum, er tí at rokna sum stuðul til hesar kommunur.

Leiðslan í SEV hevur hvørki heimild til at veita stuðul ella til at samráðast um serprísir við havnir ella veitarar. Skal SEV veita havnum ella kommunum stuðul til útvegan av landsstreymi, er tað ein avgerð, sum eigararnir mugu taka.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking