Landsstýrið heldur fast um veðurlagspolitikkin

Útlátið í 2020 skal verða ein fimting minni enn tað var í 2005

Landsstýrið heldur fast um veðurlagspolitikkin, og at útlátið skal verða 20 prosent minni í 2020 enn tað var í 2005. Tíðin er ikki enn búgvin til eina dagføring.

Tað er svarið, sum Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, fekk frá løgmanni, sum nú eisini er landsstýrismaður í innlendismálum.

Eitt samt løgting samtykti í desember 2009 at minka útlátið so nógv, at tað er í minsta lagi ein fimting minni í 2020 enn tað var í 2005.

- Enn havi eg onga ítøkiliga orsøk at heita á løgtingið um at broyta yvirskipaða málsetningin, hvørki við at hækka ella lækka yvirskipaða málsetningin, tí útlátsuppgerðin fyri 2009 vísir, at útlátið minkar í landinum, svarar løgmaður.

Serliga fiskifloton hevur minni útlát.

Hvør skal fíggja?

Páll á Reynatúgvu, sum eisini er nevndarformaður í SEV, spurdi, hvør skal fíggja íløgurnar, sum skulu gera, at 75 prosent av streyminum skal koma frá varandi orkukeldum.

Og hvussu skulu iløgurnar fíggjast, spyr Páll á Reynatúgvu. Hann vísir á, at sambært veðurlagspolitikkinum skulu millum annað kundarnir hjá SEV gjalda.

Men her svarar Innlendismálaráðið ikki. Tað vísir bara til Vinnumálaráðið, sum umsitur elveitingarlógina.

Løgmaður sigur annars, at ein støðulýsing um veðurlagspolitikkin kemur í tingið í heyst.

Eingin uppgerð er, sum sigur, hvussu nógv veðurlagspolitikkurin higartil hevur kostað og fer at kosta landsstýrinum.

Kelda: Kringvarp Føroya


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking