Landsmyndugleikarnir avlaga kappingina um vindorkuna

Landsmyndugleikarnir avlaga kappingina um vindorkuna
Landsmyndugleikarnir skumpa kappingina um vindorkuna í Hoyvíkshaganum til viks, hóast vindorkuútboð í fríari kapping higartil hava spart vinnu, húsarhaldum og stovnum tilsamans 57 milliónir krónur. SEV hevur gjørt frágreiðing um hetta týðandi amboðið at halda aðalendamálið í elveitingarlógini um, at elprísurin ikki skal vera hægri enn neyðugt

Kapping millum javnsettar partar hevur verið amboðið at finna røttu prísleguna í teimum vindorkuútboðum, sum hava verið higartil. Ein uppgerð vísir, at vindorkuútboðini í Neshaga, Húsahaga og Porkerishaga spara elbrúkarunum – t.e. vinnulívinum, húsarhaldum og stovnum –tilsamans 57 milliónir krónur í útreiðslum yvir 15 ára loyvistíðarskeiðini. Talan er um sparingar á 13,5 milliónir krónur í Neshaga, 37 milliónir krónur í Húsahaga og 6,5 milliónir krónur í Porkerishaga.

Men landsmyndugleikarnir hava nú í stóran mun sett hetta amboðið til viks, tá talan er um vindorkuna í Hoyvíkshaganum, har ein tilsøgn til festaran og ein avtala við eitt privat felag forða fríari kapping. Hetta týðandi amboðið í lógini hevur annars verið brúkt fyri at halda aðalendamálið í elveitingarlógini um, at elprísurin ikki skal vera hægri enn neyðugt.

Í einari frágreiðing við fylgiskjølum, sum kann lesast niðanfyri, lýsir SEV gongdina í teimum vindorkuútboðum, sum hava verið higartil. Her sæst týðiliga, at orkumyndugleikin hevur lagt ein øðrvísi leist fyri kappingina um 18 MW vindorku í Hoyvíkshaganum, ið er størsta vindorkuútboð í Føroyum nakrantíð.

Vanlig mannagongd hevur verið, at øll kunnu bjóða upp á vindorku á sama staði, har SEV eisini hevur givið øllum áhugaðum atgongd til vinddátur á viðkomandi støðum. Í Hoyvíkshaganum er kappingin tó útihýst, tí í hesum útboðnum verður bert talan um, at øll kunnu bjóða upp á eitt samsvarandi loyvi til 18 MW vindorku onkra aðrastaðni í meginøkinum, og samstundis verða atlit ikki tikin til, at onnur øki als ikki kunnu javnsetast við góðu umstøðurnar at seta vindmyllur upp í Hoyvíkshaganum. T.v.s. at tað verður dýrari at reisa vindmyllur á øðrum økjum, og tað merkir, at eitt privat felag, sum hevur avtalu við festaran í Hoyvíkshaganum, hevur fingið ein framíhjárætt í kappingini – bæði tá talan er um sjálvt økið og vinddátur frá SEV.

Landsmyndugleikarnir siga seg ikki megna at loysa hetta málið, hóast hini vindorkuútboðini er farin fram eftir bæði elveitingarlógin og staðfestum mannagongdum fyri vindorkuútboð.

Gongdin í málinum

Orsøkin til støðuna er, at festarin í Hoyvíkshaganum í 2005 fekk eina tilsøgn frá Búnaðarstovuni um at brúka hagan til vindorkuframleiðslu. Hetta var tvey ár, áðrenn elveitingarlógin sum serlóg varð sett í gildi fyri elorkuøkið. Í 2011, tá elveitingarlógin hevði verið í gildi í fýra ár, gjørdu festarin og eitt privat felag eina avtalu um framleiðslu úr vindorku í Hoyvíkshaganum, sum tó ongantíð er endaliga góðkend.

Tilsøgnin frá Búnaðarstovuni til festaran, ið er framd eftir landbúnaðarlóggávuni, og avtalan millum festaran og privata vindorkufelagið ganga í dag fram um aðalendamálið í elveitingalógini, sum er at tryggja, at elprísurin ikki verður hægri enn neyðugt. Við øðrum orðum fáa ein festari og ein privatur framíhjárætt at framleiða elorku burtur úr vindi í Hoyvíkshaganum, tí einki annað øki í høvuðstaðarumráðnum kann javnsetast við Hoyvíkshagan. T.v.s. at øll onnur áhugað eru stongd úti úr Hoyvíkshaganum, samstundis sum einki annað øki er til taks nærhendis, sum kundi havt javnbjóðis kapping við sær.

Landsmyndugleikarnir eru sostatt væl vitandi um, at í roynd og veru fer í hesum døgum –  í besta føri – ein ójøvn kapping fram um vindorkuframleiðlsu í høvuðsstaðarøkinum.

Ein loysn eigur at finnast

Málið er viðgjørt fyrisitingarliga og kært til Fiskimálaráðið, sum hevur staðfest, at tilsøgnin til festaran skal standa við. Heilsu- og innlendismálaráðið, sum varðar av elorkuøkinum ger einki við hesa støðuna, ið tá avtornar gongur út yvir brúkaran og elprísin. Ein festari og ein privatur vindorkuframleiðari verða sostatt tiknir fram um meginregluna um at veita loyvi til vindorkuframleiðslu eftir einum skipaðum útbjóðingarumfari við javnbjóðis kapping, har øll áhugað hava møguleika at vera við.

Verandi støða kann skapa fordømi fyri eftirtíðina. Tað merkir, at eitt einstakt mál, sum hevur týdning fyri tveir privatpersónar, og sum er skeivt handfarið fyristingarliga, í roynd og veru fer at skeikla eina skipan fyri vindorkuútboð, sum annars er samfelagsgagnlig og riggar væl fyri allar partar – vinnulív, húsarhald og stovnar.

Tað ber til at halda á at royna at loysa naggatódnina í Hoyvíkshaganum eftir einum løgfrøðiligum spori, sum kann enda í rættinum. Ein annar møguleiki er, at landsstýrisfólkini í orkumálum og landbúnaðarmálum saman við løgmanni finna eina virðiliga loysn á hesum máli. Soleiðis kundi brúkarin framhaldandi havt álit á skipanini, at øll eru líka fyri elveitingarlógini, og at ávísir persónar og feløg ikki verða viðgjørd eftir serligum reglum uttan um aðalendamálið í elveitingarlógini, ið er at tryggja, at elprísurin ikki verður hægri enn neyðugt.

Málið er lýst nærri í frágreiðing frá SEV saman við hjáløgdum skjølum, sum kunnu takast niður her.

Frágreiðing-Vindorka sambært elveitingarlógini

Skjal 1 - Frágreiðing-Vindorka sambært elveitingarlógini

Skjal 2 - Frágreiðing-Vindorka sambært elveitingarlógini


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking