- Eydnast at loysa avbjóðingina at goyma óstøðuga varandi orku í vatni, fer hetta ikki bert at hava týdning fyri okkara orkustøðu, men um allan heim.
Tað segði Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnu- og elveitingarmálum, tá hann setti norðurlendsku ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum í morgun.
Á ráðstevnuni verður ljós varpað á møguleikarnar at stabilisera og goyma vindorku og aðra óstøðuga orku í vatngoymslum í smáum og stórum elveitingarskipanum.
Heft av olju
- Føroyska samfelagið er sera nógv heft av olju fyri at kunna nøkta orkutørv sín. Gamaní koma 40-45 % av okkara elframleiðslu frá varandi orku. Men hvørja ferð, vit útflyta fyri 4 krónur, brúka vit 1 krónu til innflutning av oljuúrdráttum, vísti Johan Dahl á og helt fram:
Johan Dahl, landsstýrismaður, setir ráðstevnuna.
- Hetta er ein týðandi grundgeving fyri at gera okkum minni heft av innfluttari olju. Harumframt hava vit skyldu til, mótvegis heimssamfelagnum, at skerja útlátini av vakstrarhúsgassum. Landsstýrið hevur tí gjørt av, at í 2020 skal útlát okkara av vakstrarhúsgassum verða skert 20 % í mun til 2005.
Stór avbjóðing
- Onkur heldur kanska, at tað ikki átti at verið so trupult at loyst orkustøðuna í so smáum samfeløgum sum okkara. Men so er ikki. Stórar avbjóðingar liggja í at fáa svar uppá teir orkuspurningar, sum flestu lond dragast við - búskaparliga og tøkniliga. Trupulleikarnir eru ógvuliga ymiskir og krevja ymsar loysnir, legði landsstýrismaðurin dent á.
Hann helt ikki, at loysnin er so líkatil, tí tað er ikki bara útveganin av orkuni, ið er trupulleikin. Í prinsippinum hava vit at kalla somu trupulleikar at dragast við, sum stóru samfeløgini hava, segði hann.
Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi, bjóðar vegna fyrireikararnar vælkomin.
Johan Dahl vísti í hesum sambandi á, at landafrøðiliga staðseting okkara ber í sær, at ovurhonds stórar útreiðslur krevjast fyri at knýta okkum í undirstøðukervið í grannalondunum. Ein onnur avbjóðing er avmarkaða elflutningsnet okkara, sum m.a. avmarkar møguleikarnar at gagnnýta vindorkuna.
Ikki lætt at temja varandi orku
- Vit hava vind, vatn og aldur, men tað er lættari sagt enn gjørt at temja hesar orkukeldur. Og tær eru heldur ikki altíð tøkar, tá vit hava brúk fyri teimum, segði Johan Dahl, sum eisini vísti á nógvu orkuna í flóð og fjøru, sum Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum ger kanningar av.
- Men felags fyri allar hesar orkukeldur er, at tøknin eisini er har. Og hon er avmarkað í løtuni. Tó er bert talan um tíð, áðrenn vit í størri mun enn nú vera før fyri at brúka okkara orkukeldur, og eg síggi fram til, hvat henda ráðstevnan kann útvega av nýggjari vitan og sjónarmiðum um eina samskipaða gagnnýtslu av vind- og vatnorku, segði landsstýrismaðurin í vinnu- og elveitingarmálum m.a. í setanarrøðu síni.
Spennandi fyrilestar
Á ráðstevnuni verða fleiri sera spennandi og áhugaverdir fyrilestrar hildnir av føroyskum og útlendskum fyrilestrarhaldarum.
Fyrrapartin hevur tildømis Sigurd Bunk Luritsen frá fyritøkuni Grontmij-CarlBro greitt frá eini felags norðurlendskari verkætlan um pumped-storage (pumpuskipan), sum hevur til endamáls at lýsa, um grundarlag er fyri smáum ella mikroverkum, har varandi orkukeldur dríva pumpurnar, ið lyfta vatn upp í eina vatngoymslu.
Vatngoymslan er orkugoymslan og skal veita regulerbara orku til turbinur.
Terji Durhuus á Jarðfeingi hevur greitt frá simuleringum av orkuframleiðslu og kostnaðinum av pumped-storage skipanum við grundarlagi í vindi.
Jóhan í Niðristovu, stjóri í Røkt.
Jóhan í Niðristovu á Røkt hevur hildið fyrilestur um pumpuorkuverk við hydrauliskum kortslutningi fyri vindorku, og Peter Kjeldmann úr almenna grønlendska el-, hita- og vatnfelagnum Nukissiorfiit hevur greitt frá avbjóðingum og møguleikum á orkuøkinum í Grønlandi.
Síðsta fyrilesturin í dag helt Flemming Nissen, ráðgevi á Syddansk Universitet (SDU). Hann tosaði m.a. um upptøku/integratión av vindorku í eini samanhangandi el- og hitaskipan.
Hann mælti til framhaldandi opið kjak um øll grøn orkuhugskot, og gjørdi samstundis greitt, at varandi orka fer at bera í sær hægri orkuprísir. Hetta mugu politikararnir eisini leggja sær í geyma og vera tilreiðar at senda brúkarunum rokningina, segði hann.
Útferð til Vestmanna
Eftir døgurða fóru luttakararnir á ráðstevnuni útferð til Vestmanna, har m.a. vitjað verður hjá SEV og Røkt. Ráðstevnan heldur fram allan dagin í morgin. Tikið verður samanum um fýra-tíðina sp.
Tey, ið hava áhuga fyri framløgunum á ráðstevnuni, kunnu fara inn á heimasíðuna hjá Nordisk Energiforskning í Oslo, har allir fyrilestrarnir verða lagdir út.