Lærarar á evnisdegi um SEV

Væleydnað tiltak í sambandi við Norðurlendska Veðurlagsdagin 11. november.

Fríggjadagin vóru 17 fólkaskúlalærarar í alisfrøði á evnisdegi um SEV.

 

Orkuráðgevingin hjá SEV skipaði fyri degnum í sambandi við at norðurlendsku kenslumálaráðharrarnir hava kosið 11. november sum Norðurlendskan Veðurlagsdag.

Í hesum sambandi skipa norðurlendsku skúlarnir fyri ymsum kappingum og tiltøkum til tess at gera næmingarnar meira umhvørvis- og veðurlagstilvitaðar.

Av einihvørjari orsøk hevur okkum kunnugt ongin skúli í Føroyum givið hesum átaki gætur.

Høvi var eisini at kjakast um ymsu evnini.

Evnisdagurin varð hildin í undirvísingarhølunum hjá SEV á høvuðsskrivstovuni á Landavegi 92 í Havn.

Flestu framhaldsskúlar í landinum vóru umboðaðir á evnisdegnum um SEV.

Á skránni vóru fyrilestrar um SEV og virksemi tess nú og í framtíðini, orkuframleiðsluhættir, fjaravlisnir elmálarar, hvørjar avbjóðingar standa fyri framman og hvussu SEV brynjar seg til hesar avbjóðingar.

Tey fylgdu nærløgd við.

Fyrilestrarhaldarar vóru Hákun Djurhuus, stjóri, Terji Nielsen, verkætlanarleiðari, Anders Nedergaard-Hansen, leiðari á framleiðsludeildini og Dánjal Jógvan Hansson, leiðari á innleggingardeildini.

Dánjal Jógvan Hansson, leiðari á innleggingardeildini, greiddi m.a. frá fjaravlisnu málarunum, sum nú verða settir upp kring landið. 2500 málarar verða skiftir út um árið. Miðað verður eftir, at øll húsarhald og virkir í landinum hava fingið fjaravlisnar málarar í 2016.

SEV hevur umvegis orkuráðgevingina neyvt samstarv við bæði fólka- og miðnámsskúlarnar í landinum - serliga í lærugreinini alisfrøði.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking