Á fyrsta sinni síðani 2007 umhugsa OPEC-londini nú, um tey skulu økja oljuframleiðsluna fyri at lækka prísin, sum í løtuni liggur um 100 dollarar fyri eina tunnu av ráolju, og fyri at lætta trýstið á hækkandi orkuprísunum í alheims búskapinum.
Londini, ið standa fyri meiri enn einum triðingi av heimsins oljuframleiðslu, fara møguliga at økja framleiðsluna við einari miljón tunnum um dagin eftir 8. juni, tá ráðharrarnir hjá londunum hittast, skrivar altjóða tíðindastovan Reuters.
- Neyðugt er at økja framleiðsluna sum avleiðing av støðuni í Libya. Oljuprísirnir eru ov høgir. 100 dollarar fyri tunnuna ræðir fólk, sigur ein umboðsmaður fyri OPEC-londini.
Fair prísur
Saudi Arabia, ið er heimsinsin størsta oljuútflútningsland, økti oljuframleiðsluna í februr til tess at fylla tómrúmið eftir Libya. Kongaríkið skrúvaði tó niður fyri framleiðsluni aftur í mars, orsakað av ov lítlum eftirspurningi.
Sambært Reuters stúrir Saudi Arabia saman við hinum OPEC-londunum fyri avleiðingunum, ið ov høgir oljuprísir kunnu hava á búskapin og eftirspurningin.
Í februar segði saudi arabiski oljumálaráðharrin, at ein prísur upp á 70 til 80 dollarar fyri tunnuna var fair - bæði fyri framleiðararnar og brúkararnar.