Á SEV er kvinna komin í mans stað. Fyri fyrstu ferð, hevur ein kvinna tikið við starvinum sum maskinmeistari á Vágsverkinum. Somuleiðis er ein kvinna á fyrsta sinni vorðin linjufólk, ið altíð hevur verið mett sum eitt kropsliga hart arbeiði.
Talan er um Berit Hovsgarð, maskinmeistara á Vágsverkinum, og Juttu Mikladal, linjufólk í Norðoyggjum. Í summar tóku tær báðar við hesum størvum á SEV, sum vanliga altíð hava verið mett sum mannafólkastørv í elfelagnum.
Linjufólkini reisa m.a. mastrar og arbeiða uppi í mastrunum. Tey leggja eisini kaðlar og taka annars lut í ymsum byggiarbeiði hjá SEV.
Berit
Berit Hovsgarð er útbúgvin dualoffiserur hjá Maersk – t.e. navigatørur og maskinmeistari í somu útbúgving. Hon er 38 ár og hevur búð uttanlands í 22 ár, har hon hevur verið undir útbúgving og siglt bæði sum skipsførari og maskinmeistari.
Hon valdi at søkja starvið sum maskinmeistari á Vágsverkinum, eftir at hon hevði verið í barnsburðarfarloyvi og aftur siglt sum skipari.
-Tað liggur illa fyri at vera mamma at einum lítlum dreingi og samstundis sigla úti í leiðandi starvi. Eg vildi eisini fegin hava, at sonurin verður uppaldur í Føroyum, og sostatt hóskaði starvið á Vágverkinum væl til mín, sigur Berit Hovsgarð.
Jutta
Jutta Mikladal er uppvaksin í fótbóltsumhvørvinum í KÍ, har hon bæði er leikari og venjari.
Hon er 28 ár og upprunaliga útbúgvin innan handilsvirksemi. Jutta hevur eisini roynt seg á sjónum, tá ið hon sum heilt ung fór við Nærabergi. Harumframt hevur hon útbúgvið seg innan landbúnað á bóndagørðum í Íslandi.
-Linjufólkini arbeiða nógv úti í náttúruni, og tað hóskar væl til mín. Eg orki væl og sleppi at royna alt. Tað er eisini frálíkt, at eg fái eina innanhýsis útbúgving á SEV í hesum fjølbroytta starvi, sigur Jutta Mikladal.
Fjølbroytni ein styrki
-Tað er ein styrki fyri eitt arbeiðspláss, at bæði kvinnur og menn eru til arbeiðis. Tá fæst fjølbroytni í arbeiðinum, og tað er bæði gott fyri arbeiðsplássið og starvsfólkini, staðfestir Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari.
Hon vísir á, at gongdin spakuliga er vend á SEV, tí tað skerst ikki burtur, at SEV altíð hevur verið ein fyritøka við nógvum monnum.
-Seinnu árini eru fleiri kvinnur komnar í starv í elfelagnum, og tað er gleðiligt, at tær eisini tora at vísa sonevndum mannafólkastørvum áhuga, sigur Bergtóra Høgnadóttir.
Bæði Berit og Jutta kenna seg væl millum menninir, og somuleiðis frættist bæði úr Norðoyggjum og av Vágsverkinum, at tær tykjast at trívast væl saman við nýggju starvsfeløgunum.
Tó at fleiri kvinnur hava søkt starv hjá SEV seinnu árini, so sita menn framvegis í flestu størvunum. 134 ársverk eru í SEV, og av teimum røkja kvinnur 20 ársverk. Tað svarar til 15 prosent.