Kúvending í týskum kjarnorkupolitikki

Týska stjórnin hevur snarað 180 stig í orkupolitikki sínum, eftir spreingingarnar á kjarnorkuverkum í Japan seinastu dagarnar.

Í september í fjør samtykti stjórnin hjá Angelu Merkel at leingja livitíðina hjá týsku kjarnorkuverkunum við millum átta og 12 árum og broytti harvið avgerðina um at gevast við kjarnorkuni í 2021.

Men nú hevur pípan fingið annað ljóð, eftir spreingingarnar á japonskum kjarnorkuverkum seinastu dagarnar.

Ístaðin fyri leingingina av livitíðini hjá landsins 17 kjarnorkuverkum, hevur samveldiskanslarin gjørt av í stundini at seta í verk eitt tríggjar-fýra mánaðar moratorium, tvs. eina útseting av leingjanini, inntil trygdarviðurskiftini á øllum orkuverkunum eru gjøllað kannað.

- Hvat ið síðani hendir, er ein opin spurningur, segði Angela Merkel í gjár á einum tíðindafundi.

Strika vøllin av nýggjum

- Avleiðingarnar av kjarnorkuvandanum í Japan, eftir jarðskjálvtan har yviri, hava havt við sær, at vit noyðast at strika vøllin av nýggjum, segði týski kanslarin.

Hon legði dent á, at kjarnorka altíð hevur verið ein skiftisloysn í Týsklandi. Men hendingarnar í Japan hava við sær, at Týskland nú má taka avleiðingarnar og framskunda umleggingina til varandi orku, sum altíð hevur verið langtíðar málið.

Í september í fjør samtykti stjórnin hjá Angelu Merkel at leingja livitíðina hjá týsku kjarnorkuverkunum við millum átta og 12 árum og broytti harvið avgerðina um at gevast við kjarnorkuni í 2021, sum fyrrverandi sosialdemokratiska-grøna stjórnin undir Gerhard Schröder hevði avtalað við kjarnorkuídnaðin.

Týskland hevur tó ongar ætlanir um at byggja nýggj kjarnorkuverk, undirstrikaði Merkel.

Sveits steðgar útbygging - Póland heldur fram

Sveitsiska stjórnin hevur eisini gjørt av at útseta ætlanir um at byggja nýggj kjarnorkuverk ístaðin fyri tey gomlu. Myndugleikarnir høvdu givið loyvi til trý nýggj kjarnorkuverk. Sveits hevur fimm kjarnorkuverk, sum standa fyri 40 prosentum av landsins elframleiðslu.

Harafturímóti ætlar Póland at halda fast um sínar ætlanir at byggja tvey nýggj kjarnorkuverk. Tað fyrra skal eftir ætlan takast í brúk í 2022.

Pólski forsætisráðharrin Donald Tusk sigur, at ongin geislavirkin aktivitetur er í Pólandi, og at tað saktans ber til at byggja trygg kjarnorkuverk í Pólandi.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking