Kurt heiðraður við Dronningens fortjenstmedalje

Kurt heiðraður við Dronningens fortjenstmedalje
Eftir 40 ár í SEV hevur Kurt Andersen fingið heiðursmerki frá Margrethu Drotning fyri trúgva tænastu hjá SEV í 40 ár

"Tað er stórur heiður at fáa slíka viðurkenning fyri sítt arbeiði, men sanniliga eisini stórur heiður fyri SEV, at fólk støðast her so væl og so leingi", seg Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, í røðu síni fyri Kurt.

Í 40 ár hevur Kurt verið við til at byggja, viðlíkahalda og dagføra elnetið hjá føroyingum. Frá tí at hann sum fimtan ára gamal byrjaði í fyribils starvi sum linjumaður og beinanvegin varð sendur í fjøllini at byggja linjur. Kurt var knýttur at støðini í Skálabotni, men arbeiddi við linjum runt allar Føroyar. Ætlanin var at fara í læru sum bilmekanikari, men honum dámdi so væl, at tá hann seinni fekk tilboð um fast starv, slepti hann ætlanunum um lærupláss sum bilmekanikari.

Nógv er hent og broytt hesi seinastu 40 árini. Fyrr visti man við vissu, at tá illveður var, so vóru sannlíkindini stór fyri, at skaði kom á onkra linju, sum tú so skuldi út at umvæla.

"Eg havi ikki tal á, hvussu ofta eg havi verið úti og arbeitt upp á linjur á jólum", sigur Kurt, "men soleiðis er ikki longur. Nú er so stórur partur lagdur í kaðal í staðin fyri, so tað er hendingaferð, at veðrið ávirkar streymin."

Hóast tað mangan var øgiliga krevjandi og stríggið á vetrartíð at skula út at arbeiða í illveðrið, tá øll onnur leitaðu sær inn, so var tað serliga arbeiðið í fjøllunum, sum tiltalaði Kurt. Honum hevur altíð dámt væl hart kropsligt arbeiði, friðin í fjøllunum, umframt teir góðu starvsfelagarnar, hann hevur havt hesa tíðina.

Familja og starvsfelagar hátíðarhildu dagin saman við Kurt á Hotel Runavík mikudagin 23. oktober.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking