Kunnu fylgja við elnýtsluni á fartelefonini

DONG Energy roynir eisini við sínum fyrsta - ókeypis - forriti til iPhone at vísa elbrúkarunum, hvat ið hendir bæði á elnetinum og við elnýtsluni í húsinum.

Um allan heim royna elfeløg í samstarvi við sínar kundar at gera stýringina av elnetinum smartari (gløggari/snildari), so gjørligt verður at handfara meiri vindorku.

 

Danmark er væl við á hesum økinum - tildømis við eFlex-verkætlanini hjá DONG Energy, Eco-Grid á Bornhólm og Celleprojektet í Suðurjútlandi.

150 royndarfamiljur

 

Umleið 150 DONG Energy-kundar luttaka í eFlex. Familjan Fale (tvey børn, tvey vaksin) í Vallensbæk Strand er sum ein av familjunum við til at testa tøkni, ið skal stuðla uppundir eina meiri liðiliga elnýtslu, stýrd av prísum og grønari orku.

 

Remy og Pia Fale hava gjørt íløgur í eina hitapumpu, og saman við ljósi og ymiskum elektroniskum búnýtum hava tey eina nýtslu upp á 10.000-12.000 kWh:

 

- Fyrr var eg ein el-analfabetur. El var bara nakað vit brúktu og rindaðu fyri. Men við nýggju, stóru hitapumpuni er tað vorðið áhugavert, hvussu nógvan streym vit brúka, og um vit kunnu spara nakað, sigur Remy Fale við Nyhedsbladet Dansk Energi.

Neyvt yvirlit

 

Við eFlex-tøknini hevur familjan Fale nú eitt neyvt yvirlit, sum tól fyri tól vísir bæði aktuellu og vanligu elnýtsluna. Á eini iPod ber til rúm fyri rúm at trýsta seg inn á øll tól og tíma fyri tíma avlesa nýtsluna. iPod'in virkar eisini sum tendra- og sløkk fjarstýring. Á eini teldu ber til at avlesa aktuellu prísirnar og síggja, hvussu nógvur grønur streymur er á netinum. Sostatt kann familjan flyta ein part av nýtsluni, um hon ynskir tað.

 

DONG Energy roynir eisini við sínum fyrsta - ókeypis - forriti til iPhone at vísa elbrúkarunum, hvat ið hendir bæði á elnetinum og við elnýtsluni í húsinum. Á App’inum kunnu kundarnir síggja, hvussu nógvur streymur er framleiddur við vindi, jarðgassi, burturkasti, koli og biobrenni. Sostatt kunnu kundarnir tendra vaskimaskinuna og turkitrumluna, tá streymurin er grønast ella - í framtíðini - tá hann er bíligast. App’in kann eisin brúkast at avdúka streymslúkararnar í húsinum.

 


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking